Frá bíðilista til bílegging

Í løtuni verður arbeitt við at seta í verk ein bíleggingarskipan til pláss á dagstovum í Tórshavnar kommunu. Skipanin kemur eftir ætlan at virka frá 1. oktober 2018.

Nýggja skipanin kemur í staðin fyri gomlu bíðilistaskipanina, og fer at virka á tann hátt, at foreldur skulu rita inn við MínLykil, og síðan kunnu tey sjálvi bíleggja pláss á einum av teimum dagstovnum, ið hevur tøkt pláss, tá tey hava tørv á hesum.

Tvs. at tað fer at bera til at bíleggja pláss á dagstovni, og fáa vátta um hetta, skótt og ómakaleyst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Einasta treyt er, at barnið hevur fingið p-tal og er skrásett av skrásetingarmyndugleikanum í Fólkayvirlitið.

Til tess at fyrireika skiftið frá bíðilista til bíleggingarskipan, er neyðugt hjá kommununi at hava ein steðg, har bíðilistarnir verða avgreiddir, so nýggja skipan kann taka yvir á røttum grundarlagið.

Tískil ber ikki til at søkja um pláss í vøggustovu- og barnagarði í løtuni, og verður heitt á foreldur um at fylgja við á heimsíðuni hjá Tórshavnar kommunu fram til 1. oktober fyri at fáa nærri kunning um, hvussu nýggja skipanin fer virka.

Við nýggju skipanini verða eisini broytingar í upptøkuøkjum, mannagongdum fyri farloyvum, flyting og farloyvi. Hetta verður eisini kunnað um á heimasíðuni, áðrenn skipanin verður sett í verk.

Mín lykil
MínLykil er ein trygg innritngarskipan, sum umleið 19.000 higartil hava tikið í nýtslu. Á www.minlykil.fo ber til at fáa hesa innritingarskipan, sum foreldur mugu nýta til tess at rita inn nýggju bíleggingarskipanina á stovnspláss.