Vígslur

Borgarlig vígsla
Kommunurnar taka sær av borgaraligu vígslunum. Borgarar í Tórshavnar kommunu, sum ætla at giftast borgaraliga, skulu fylga niðanfyristandandi vegleiðing.

Møguligt er at verða vígdur mánadag til hósdag kl. 10-15, fríggjadag kl. 10-14 og hvønn fyrsta leygardag í mánaðanum kl. 10-15.

Tað ber ikki til at verða vígdur Nýggjársdag, Skírhósdag, Langa fríggjadag, 2. páskadag, Flaggdagin, Dýra biðidag, Kristi himmalsferðardag, 2. Hvítusunnudag, Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag. Møguligt er heldur ikki at verða vígdur í tíðarskeiðnum 23. desember til 27. desember og 29. desember til 1. januar.

Fyrispurningur um tíðspunkt fyri vígsluna skal sendast til vigslur@torshavn.fo

Fyrispurningur um vígslu skal verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi ein mánað, áðrenn vígsluna.

Mannagongd

  • Send fyrispurning um tíðspunkt til vigslur@torshavn.fo
  • Fyll út Hjúnalagsváttan og send okkum hana í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn vígsluna. Hjúnalagsváttanin fæst við at venda sær til Snarskivuna ella við at taka hana niður her
  • Send okkum avrit av dóps- ella navnabrøv.
  • Um tit áður hava verið gift, skulu vit eisini hava avrit av hjúnaskilnaðarpappírum ella deyðsváttan.
  • Navn og bústað á tveimum vitnum, ið koma við tykkum til vígsluna. Tórshavnar kommuna kann útvega tvey vitnir, um tit ynskja tað.
Vígsla í samkomu
Í trúarsamkomunum er tað ein samkomuleiðari, sum vígir. Tey, ið ætla at giftast í eini samkomu, skulu seta seg í samband við samkomuleiðaran fyri at avtala tíðspunkt fyri vígsluna. Síðani skal boðast frá til Tórshavnar kommunu, ið útvegar neyðugu skjølini.
Í hesum sambandi skal Tórshavnar kommuna hava hesi skjøl:
  • Fyll út Hjúnalagsváttan og send okkum hana í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn vígsluna. Hjúnalagsváttanin fæst við at venda sær til Snarskivuna ella við at taka hana niður her Hjúnalagsváttan.pdf(361 KB)
  • Send okkum avrit av dóps- ella navnabrøv.
  • Um tit áður hava verið gift, skulu vit eisini hava avrit av hjúnaskilnaðarpappírum ella deyðsváttan.
  • Navn og bústað á tveimum vitnum, ið koma við tykkum til vígsluna.

Kirkjulig vígsla
Tey, sum ætla at giftast í kirkju, skulu venda sær til prestin í tí kirkjuni, har ætlanin er at giftast
.

Yvirlit yvir allar kirkjur í Streymoynni sæst HER.