Fíggjarviðurskifti


Í 2018 er skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 19,00%. Hetta er nærum tvey prosent lægri enn miðal skattaprosentið í føroyskum kommunum.

Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá ið fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir borgarum sínum. 

Í fíggjarætlanini er yvirlit yvir, hvat tínar skattakrónur verða brúktar til.
Skattakærur

Kommunala Skattakærunevndin, ið er fyrsti kærumyndugleiki í skattamálum, viðger og tekur avgerðir um kærur yvir skattaálíkningina, sum álíkningarmyndugleikin - tað er TAKS - hevur gjørt, íroknað kærur um rentustuðul.

Kærur til skattakærunevndina skulu verða sendar skrivliga og skulu styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl.

Kommunala Skattakærunevndin
Tórshavnar øki
Tórsgøta 9
Postsmogu 36
FO-110 Tórshavn


Skattalisti

Tú hevur rætt at síggja skattskyldugu inntøkuna hjá øllum skattgjaldarum í Tórshavnar kommunu.

Hvørt ár eftir 1. november verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi - bæði einstaklingum og fyritøkum - lagdur fram til alment eftirlit.

Skattalistin liggur frammi í Snarskivuni í 11 dagar.

Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er bein, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.