jarðarferð

Avvarðandi mugu sum tað fyrsta seta seg í samband við kirkjugarðin / gravaran. Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum, og tíð til jarðarferð skal avtalast við gravaran.

Í sambandi við andlát í Kollafirði, Nólsoy ella í Hesti skal ein venda sær til kommunala umsjónarmannin á staðnum. Er hesin ikki til at fáa fatur á, so til gravaran í Havn.

Tá ið lækni staðfestir andlát uttan fyri sjúkrahús, skal deyðaváttan latast kirkjubókarførandi sóknarprestinum í prestagjaldinum. Prestur vegleiðir víðari um, hvussu farast skal fram.

Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Sjúkrarøktarfrøðingar hjálpa at gera líkið klárt og leggja í kistu.

Faldari um jarðarferð ber til at lesa HER
Virðiligur endi
Deyðin er líka náttúrligur sum føðingin, men tíverri er ikki so lætt hjá mongum av okkum at tosa um deyðan. Tá ið ein av okkara kæru doyr, skulu vit finna styrki, sum vit ikki høvdu hugsað um, at vit høvdu.

Trýst á myndina fyri at taka niður faldaran:

Faldari
Trýst á myndina fyri at taka niður faldaran: