Lurta

Burturkast


Tryggja tær, at ruskið verður heintað

Vilt tú tryggja tær, at vit heinta tín ruskposa og grøna ílatið, mást tú syrgja fyri, at viðurskiftini eru í lagi á tínum bústaði, soleiðis at ruskinnsavningin sleppur framat.

Les meira um treytirnar fyri ruskinnsavningina á síðu okkara um ruskinnsavning og í reglugerðini um burturbeining av húsarhaldsburturkasti.

Ruskinnsavningin

Reglugerð um burturbeining av húsarhaldsburturkasti

Tíni hús og títt stykki

Vilt tú vita, hvørjar dagar vit koma eftir ruskinum, kanst tú kanna tað á síðuni »tíni hús og tín grund«. Har kanst tú skjótt og ómakaleyst finna útav, hvat er galdandi á tínum matrikkli.

Í grøna kalendaranum sært tú, hvørjar dagar Endurnýtslan er stongd ella hevur avmarkaðar upplatingartíðir.

Tíni hús og títt stykki

Grøni kalendarin

Gev okkum eitt prei um rusk

Varnast tú rusk á kommunalum øki, so gev okkum vinaliga eitt prei. Tað kanst tú gera í fráboðanarskipan okkara, sum tú finnur her:

Preia kommununa

Frukt og grønmeti til biogass
Umhvørvi
Frukt og grønmeti til biogass

Fríggjadagin 10. november verður kunnandi tiltak í Norðurlandahúsinum um, hvussu stórkøkar, handlar, gistingarhús, stovnar og heilsølur í Tórshavnar kommunu kunnu skilja frukt, grønmetisleivdir og avskurðar frá til biogassframleiðslu. Les meira her.

Umhvørvisvikan 2023
Umhvørvi
Umhvørvisvikan 2023

6. til 13. mai er umhvørvisvika. Í ár snýr umhvørvisvikan seg um flutning. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.

Ruddingardagar 2023
Umhvørvi
Ruddingardagar 2023

Í mai skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er hósdagin 11. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.

Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5, 188 Hoyvík

Les um Brennistøðina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-17
Fríggjadag10-17
Leygardag (bara privat burturkast)10-17