Lurta

Eyka nógv húsarhaldsburturkast

Øll húski í Tórshavnar kommunu fáa gráar ruskposar. Posarnir eru bara til restburturkast. Tvær ferðir um árið fær hvørt húsarhald í kommununi útflýggjað eina rullu við 30 posum. Tað gevur hvørjum húsarhaldi ein ruskposa um vikuna.

Eru tit fleiri enn fýra fólk í húskinum, hava tit rætt til tveir posar um vikuna. Tórshavnar kommuna boðar ruskinnsavnaranum frá, hvørji húski skulu hava tveir posar.

Hevur tú tørv á fleiri posum, enn tú hevur rætt til, skalt tú sjálv keypa eyka ruskposar við rætta frámerki. Eykaposarnir fáast til keyps í flestu matvøruhandlum. Hesir posarnir eru merktir »VINNUBURTURKAST« í bláari áskrift.

Bæði heintan og burturbeining av posunum er íroknað keypsprísinum fyri vinnuposarnar.

Reglugerð um burturbeining av húsarhaldsburturkasti í Tórshavnar kommunu



Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5
188 Hoyvík

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-17
Fríggjadag10-17
Leygardag10-17