Lurta
Til lesiveik

Upptøka eftir slakti og veiðu

Skalt tú fletta ella taka náta er umráðandi, at tú fylgir leiðbeiningunum um upptøku eftir slakti og nátaveiðu. Hetta fyri at verja umhvørvið og minka um vandan fyri nátasjúku. Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvussu tú best og rættast beinir leivdir burtur. 

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni finnur tú mannagongdir fyri, hvussu tú best kanst fyribyrgja nátasjúku:

Áminning um fyribyrging av nátasjúku (hfs.fo)



Upptøka
Burturbeining av leivdum frá nátaveiðu

Hetta skalt tú hava í huga, tá tú beinir burtur leivdir frá nátaveiðu og hagreiðing: 

  • Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað
  • burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið
  • tað er umráðandi, at lívrunna burturkastið er í afturlatnum posum, hetta fyri at sleppa undan lukti
  • fjaðrar skulu tó vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, soleiðis at posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari
  • lívrunna burturkastið kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla. Hesin burturkastbólkur er bara frammi ávís tíðarskeið

Upplatingartíðirnar hjá Endurnýtslunum sært tú á síðu okkara um endurnýtslurnar:

Vitja endurnýtsluna

Avroð og upptøka eftir slakti og veiðu

Avroð, slakt og fiskaslógv skalt tú lata inn í bingjuna »Lívrunnið«, sum tó bara stendur frammi eftir árstíð. Er hendan bingjan ikki frammi, skalt tú lata avroð og upptøku inn í bingjurnar »Restburturkast«.

Tú kanst tó grava fiskaslógv niður á egnari grund við teirri treyt, at hetta ikki er til ampa ella heilsuvanda fyri grannarnar og umhvørvið.

Vitja endurnýtsluna

Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5
188 Hoyvík

torshavn@torshavn.fo 

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 8 - 17
Fríggjadag 10 - 17
Leygardag 10 - 17