Øll húski í kommununi fáa eitt ókeypis grønt ílat til papp og pappír. Hevur tú einki ílat fingið, ella ert tú nýggjur borgari í kommununi, skalt tú útvega tær eina váttan frá Snarskivuni í Havn, sum váttar, at tú ert nýggjur borgari í Tórshavnar kommunu. Hesa váttanina skal Kommunala Brennistøðin hava, áðrenn vit fáa útflýggjað tær grøna ílatið.
Tá tú hevur fingið váttanina, kanst tú heinta ílatið á Hjalla 5 í Hoyvík, har fyrisitingin hjá Endurnýtsluni heldur til.
Hevur tú ongantíð fingið tær eitt grønt ílat, ella er ílatið brotnað av vindi ella tílíkum, mást tú tó sjálv útvega tær eitt nýtt ílat.
Á síðuni um ruskinnsavning kanst tú kunna teg nærri um, hvussu grøna ílatið skal brúkast, og hvar tað skal standa.
Fyrisitingin á Hjalla (Google Street View)
Ruskinnsavningin
Grøni kalendarin