Lurta

Eg vil byggja bilhús, úthús, hjall, skúr ella annað

Reglurnar fyri smærri byggingar fevna í útgangsstøðinum um fríttstandandi úthús, vakstrarhús, hjallar, broyting av sethúsum, svalar, takskifti, skift av vindeygum, aðrar óupphitaðar bygningar og smáttur upp til tíggju fermetrar.

Søk um byggiloyvi á Vanganum

Rita inn við tínum Samleika. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Í summum førum er ikki neyðugt at søkja um byggiloyvi. Tað er tó umráðandi, at tú fært staðfest, um byggingin krevur loyvi, áðrenn tú byrjar at byggja. Hetta kanst tú kanna nærri á síðu okkara »bygging sum ikki krevur loyvi«.

Óansæð um byggingin krevur loyvi ella ikki, skalt tú altíð syrgja fyri at halda ásetingarnar í bygningskunngerðini, byggisamtyktunum og skeytinum. Tað kunnu til dømis vera ásetingar um hædd og frástøðu til mark. Hevur tú ivamál ella spurningar, kanst tú venda tær til Byggimálsdeildina í Tórshavnar kommunu.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Bygging sum ikki krevur loyvi



Áðrenn tú byggir
Kunna teg um bygningskunngerðina

Kunna teg um bygningskunngerðina. Tað er umráðandi, at tú kunnar teg um galdandi lógir og reglur, áðrenn tú fert undir at byggja.

Bygningskunngerðin (landsverk.fo)

Leita fram almennu og serstøku byggisamtyktirnar

Títt grannaøki er skipað sambært einari almennari byggisamtykt og møguliga einari serstakari byggisamtykt, ið kunnu seta onnur mørk fyri tína bygging enn tær avmarkingar, bygningskunngerðin ásetur.

Almennu og serstøku byggisamtyktirnar, ið eru galdandi fyri títt grundstykki, kanst tú finna við at skriva tín bústað í leititeigin niðanfyri.

Tøppa inn bústað:


Tørvar tær eitt fullfíggjað yvirlit yvir almennu og serstøku byggisamtyktirnar í kommununi, kanst tú fara til yvirlitið yvir byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu.

Hvussu nógv, tú sleppur at byggja á tínum stykki, er ásett í byggisamtyktini ella bygningskunngerðini og verður roknað sambært serligum útrokningarreglum, sum eru lýstar í bygningskunngerðini. Kunna teg nærri um útrokningarreglurnar við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Gev gætur, at tín ogn kann vera fevnd av aðrari lóggávu. Tú kanst kanna, hvat er galdandi fyri tína ogn á síðuni »Hvat er galdandi á tínari grund«. Hevur tú ivamál, kanst tú seta teg í samband við Byggimálsdeildina.

Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Útrokningarreglur (landsverk.fo)

Hvat er galdandi á tínari grund

Kanna um tín grund er fevnd av byggi- og friðingarlinjum

Tá tú skalt byggja í Tórshavnar kommunu, kann títt grundstykki vera fevnt av byggilinjum og friðingarlinjum, sum kunnu seta mørk fyri tína bygging.

Byggilinjur og friðingarlinjur eru ofta skjalfestar hjá fleiri ymiskum myndugleikum. Til dømis eru byggilinjur ofta ásettar í serstøku byggisamtyktunum, sum kommunan varðar av. Byggilinjur kunnu eisini finnast í skeytinum ella vera skrásettar sum tinglisnar byrður á ognini, sum Tinglýsingin á Umhvørvisstovuni umsitur. Talan kann eisini vera um frástøðulinjur til landsveg. Í tílíkum førum er Landsverk viðkomandi myndugleikin.

Harumframt kann títt grundstykki vera fevnt av lógarreglum, sum náttúrufriðingarmyndugleikarnir umsita. Til dømis, tá talan er um:

  • Bygging uttangarðs
  • Bygging minni enn 100 metrar frá bakkatromini
  • Bygging minni enn 300 metrar frá teimum viðarlundum, Føroya viðarlundanevnd hevur um hendi
  • Bygging minni enn 300 metrar frá vøtnum, ið hava størri vídd enn ein hektar
  • Bygging minni enn 300 metrar frá áum, ið eru meira enn fýra metrar breiðar í botninum

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar við at venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu.

Løgtingslóg um náttúrufriðing (logir.fo)

Leita fram møguligar tinglisnar byrður

Títt grundstykki kann vera fevnt av tinglisnum byrðum. Á summum grundstykkjum eru byrður galdandi, ið kunnu bera við sær aðrar og neyvari avmarkingar enn tær, sum byggisamtyktin og Bygningskunngerðin áseta. Til dømis kunnu byggilinjur, byggifelt og annað vera tinglisið og áseta, hvar tú kanst byggja á tínum stykki.

Avrit av skeyti og tinglisnum byrðum skal leggjast við umsóknini um byggiloyvi. Tú kanst sjálv útvega tær avrit í tinglýsingarskipanini hjá Tinglýsingini. Her finnur tú eisini eina vegleiðing til, hvussu tú ritar inn í tinglýsingarskipanina. Niðast undir »Vegleiðing« sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)

Forfundur

Áðrenn tú fert í gongd við tína byggiætlan, kanst tú sum eigari, ella sum umboð fyri eigaran, fáa eina innleiðandi samrøðu við Byggi- og umhvørvisdeildina.

Í innleiðandi samrøðuni greiða vit karmarnar fyri verkætlanina og gera millum annað avtalur um tíðarætlanir.

Forfundur

Finn kønan byggiráðgeva

Sum eigari er tað tín ábyrgd at syrgja fyri, at byggingin fer fram í samsvari við Bygningskunngerðina, byggisamtyktina og aðrar galdandi reglur, sum títt grundstykki er fevnt av. Vit mæla tí til, at tú finnur tær ein skikkaðan byggiráðgeva.

Minst til grannalagið

Vit mæla til, at tú tosar við grannarnar um tína ætlan. Hetta styrkir grannalagið og fyribyrgir ósemjur seinni í verkætlanini. Minst til, at títt byggivirksemi ávirkar grannalagið, bæði meðan tú byggir, og tá byggingin er av.

Tú skalt serliga minnast til at virða markini móti grannaøkjum. Tað er hvørki loyvt at fylla inn á grannastykkið ella grava so nær, at tað kann leypa úr grannastykkinum. Sostatt er bara loyvt at arbeiða út til mark. Fert tú av onkrari orsøk inn á grannastykkið, skal t tú boða viðkomandi frá sum skjótast.

Hevur tú fyri neyðini at koma grannaognini so nær, at hon verður ávirkað, er skilabest, at tú tosar við grannan frammanundan.

Grannahoyring

Loyva vit fráviki í mun til ásetingarnar í Bygningskunngerðini ella byggisamtyktini, senda vit tínum grannum eitt skrivligt hoyringsskriv, soleiðis at grannarnir hava møguleika fyri at gera viðmerkingar til frávikið. Grannar skulu hava høvi til at kanna umsóknina í tvær vikur frá tí degi, teir hava fingið skrivligu boðini.

Hevur ein byggiverkætlan serliga neiliga ávirkan á grannalagið, kunnu vit sum kommunalur byggimyndugleiki gera av, at málið skal til grannahoyring, áðrenn vit taka støðu til málið. Eisini hóast eingi frávik eru í mun til kunngerðina og samtyktirnar.

Á síðuni "granni at bygging" kanst tú kunna teg nærri um hoyringar í samband við órógv ella ampa av bygging hjá øðrum.

Granni at bygging

Send fullfíggjaða umsókn fyrstu ferð

Tín umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum skal gerast, og allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina, skalt tú leggja við umsóknini. Tekningar skulu vera mátfastar og støddarlutføllini tilskilast, soleiðis at vit sum byggimyndugleiki lættliga kunnu meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.

Tín umsókn um byggiloyvi til bilhús, úthús og tílíkt skal millum annað innihalda:

  • Avrit av skeyti við ásetingum og tinglisnum byrðum
  • Tekningar:
    • Støðumynd
    • Flatmynd
    • Síðumyndir við lendisviðurskiftum
    • Tvørskurð við tilfarslýsing
    • Kloakktekningar, um neyðugt
  • Útrokningar av byggi- og nýtslustigi
  • Tekningar skulu hava øll neyðug mát og í minsta lagi høvuðsmát
  • Á øllum tekningum skal vera tekningshøvd við dagfesting, matrikkulnummari á ognini og kunning um, hvør hevur teknað
  • Tú skalt upplýsa, um tín verkætlan er í stríð við ásetingarnar í Byggilógini, Bygningskunngerðini, byggisamtyktum, tinglisnum byrðum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Er verkætlanin í stríð við ásetingarnar, skal tín umsókn fevna um grundaða umbøn um loyvi til at víkja frá ásetingunum
  • Eigur tú ikki sjálv ognina, skalt tú hava fulltrú frá eigaranum

Tú kanst kunna teg nærri um krøvini í faldaranum "Sethúsabygging", í kap. 1 § 3 í Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og í Bygningskunngerðini, kap. 1.3.1.

Faldarin »Sethúsabygging«

Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu

Bygningskunngerðin (landsverk.fo)

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um byggiloyvi til bilhús, hjall v.m.« í evnisteigin.

Søk um byggiloyvi til bilhús, hjall ella annað

Meðan byggingin fer fram
Broytingar

Gert tú broytingar í verkætlanini, eftir at byggiloyvið er útskrivað, skalt tú boða kommunala byggimyndugleikanum frá. Er talan um munandi broytingar, krevur hetta, at vit dagføra verkætlanartilfarið og møguliga, at vit útskriva nýtt byggiloyvi. Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, um byggiloyvið framhaldandi er galdandi, um tørvur er á fleiri upplýsingum, ella um tú noyðist at søkja av nýggjum.

Grevur tú í veg, gongubreyt ella annað kommunalt øki, skalt tú søkja um serstakt loyvi.

Graviloyvi

Minst til grannarnar

Minst til at taka atlit at grannunum, meðan byggingin fer fram. Syrg fyri framhaldandi at kunna tínar grannar, so teir kenna tínar byggiætlanir og vita, hvat gongur fyri seg á byggiplássinum. Hugsa um, hvat tú kanst gera, fyri at títt byggivirksemi verður til so lítlan ampa sum gjørligt.

Um byggiætlanin broytist, so tað ávirkar grannalagið, til dømis við at leingja munandi um byggitíðina, er skilabest eisini at kunna grannarnar um broytingina.

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15