Lurta
Til lesiveik

Eg vil byggja nýggj hús

Ætlar tú tær at byggja nýggj hús, noyðist tú at hava fleiri viðurskifti í huga. Viðurskiftini kunnu hava týdning fyri tínar ætlanir og tínar møguleikar.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um byggiloyvi á Vanganum.

Søk um byggiloyvi á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um byggiloyvi" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um byggiloyvi



Áðrenn tú byggir
Kunna teg um byggireglugerðina

Kunna teg um lógir og reglur. Áðrenn tú fert undir at byggja, er tað umráðandi, at tú kunnar teg um galdandi Bygningskunngerðina.

Bygningskunngerðin (landsverk.fo) 

Leita fram almennu og serstøku byggisamtyktirnar

Títt grannaøki er skipað sambært eini almennari byggisamtykt og møguliga einari serstakari byggisamtykt. Samtyktirnar kunnu seta onnur mørk fyri tína bygging enn tær avmarkingar, Bygningskunngerðin ásetur. Almennu og serstøku byggisamtyktina, sum eru galdandi fyri títt grundstykki, kanst tú leita fram við at skriva tín bústað í leitiskipanina niðanfyri.

Tørvar tær eitt fullfíggjað yvirlit yvir almennu og serstøku byggisamtyktirnar í kommununi, kanst tú vitja síðu okkara "Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu".

Hvussu nógv, tú sleppur at byggja á tínum grundstykki, er ásett í byggisamtyktini ella Bygningskunngerðini og verður roknað sambært serligum útrokningarreglum, sum eru lýstar í Bygningskunngerðini. Kunna teg nærri um útrokningarreglurnar við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Gev gætur, at tín ogn kann vera fevnd av aðrari lóggávu. Tú kanst kanna, hvat er galdandi fyri títt grundstykki á síðuni "Hvat er galdandi á tínum grundstykki". Ivast tú, skalt tú seta teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina.

Tøppa inn bústað


Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Útrokningarreglur (landsverk.fo)

Hvat er galdandi á tínum grundstykki 

Kanna um tín grund er fevnd av byggi- og friðingarlinjum

Tá tú skalt byggja í Tórshavnar kommunu, kann títt grundstykki vera fevnt av byggilinjum og friðingarlinjum, sum kunnu seta mørk fyri tína bygging.

Byggilinjur og friðingarlinjur eru ofta skjalfestar hjá fleiri ymiskum myndugleikum. Til dømis eru byggilinjur ofta ásettar í serstøku byggisamtyktunum, sum kommunan varar av. Byggilinjur kunnu eisini finnast í skeytinum ella vera skrásettar sum tinglisnar byrður á ognini, sum Tinglýsingin á Umhvørvisstovuni umsitur. Talan kann eisini vera um frástøðulinjur til landsveg, og í tílíkum førum er Landsverk viðkomandi myndugleikin.

Harumframt kann títt grundstykki vera fevnt av lógarreglum, sum náttúrufriðingarmyndugleikarnir umsita. Til dømis, tá talan er um:

  • Bygging uttangarðs
  • Bygging minni enn 100 metrar frá bakkatromini
  • Bygging minni enn 300 metrar frá teimum viðalundum, ið Føroya viðalundanevnd hevur um hendi,
  • Bygging minni enn 300 metrar frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 hektar
  • Bygging enn 300 metrar frá áum, ið eru meira enn fýra metrar breiðar í botninum

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar við at venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu.

Løgtingslóg um náttúrufriðing (logir.fo)

Leita fram møguligar tinglisnar byrður

Títt grundstykki kann vera fevnt av tinglisnum byrðum. Á summum grundstykkjum eru byrður galdandi, ið kunnu bera við sær aðrar og neyvari avmarkingar enn tær, sum byggisamtyktin og Bygningskunngerðin áseta. Til dømis kunnu byggilinjur, byggifelt og annað vera tinglisið og áseta, hvar tú kanst byggja á tínum stykki.

Avrit av skeyti og tinglisnum byrðum skal leggjast við umsóknini um byggiloyvi. Fyri at fáa avrit av tinglisnu byrðunum, skalt tú seta teg í samband við Tinglýsingina á Umhvørvisstovuni. Tú kanst annaðhvørt ringja á tel. 35 80 20 ella senda tína umbøn til tinglysing@us.fo.

Forfundur

Áðrenn tú fert í gongd við byggiætlanina, kanst tú sum eigari umboð fyri eigaran fáa eina innleiðandi samrøðu við Byggi- og umhvørvisdeildina.

Í innleiðandi samrøðuni greiða vit karmarnar fyri verkætlanina og gera millum annað avtalur um tíðarætlanir.

Forfundur  

Finn skikkaðan byggiráðgeva

Sum eigari er tað tín ábyrgd at syrgja fyri, at byggingin fer fram í samsvari við Bygningskunngerðina, byggisamtyktina og aðrar galdandi reglur, sum títt grundstykki er fevnt av. Vit mæla tí til, at tú finnur tær ein skikkaðan byggiráðgeva.

Minst til grannalagið

Tosa við grannarnar um tína ætlan. Tað styrkir grannalagið og fyribyrgir ósemjur seinni í verkætlanini. Minst til, at títt byggivirksemi ávirkar grannalagið; bæði meðan tú byggir, og tá byggingin er av.

Tú skalt serliga minnast til, at markini móti grannaøkjum skulu virðast. Tað er hvørki loyvt at fylla inn á grannastykkið ella grava so nær, at tað kann leypa úr grannastykkinum. Sostatt er bara loyvt at arbeiða út til mark. Fert tú av onkrari orsøk inn á grannastykkið, skalt tú boða viðkomandi frá sum skjótast.

Hevur tú fyri neyðini at koma grannaognini so nær, at hon verður ávirkað, er skilabest, at tú tosar við grannan frammanundan.

Grannahoyring

Loyva vit fráviki í mun til ásetingarnar í Bygningskunngerðini ella byggisamtyktini, senda vit grannunum eitt skrivligt hoyringsskriv, soleiðis at tínir grannar hava møguleika fyri at gera viðmerkingar til frávikið. Grannar skulu hava høvi at kanna umsóknina í tvær vikur, eftir at teir hava fingið skrivligu boðini.

Hevur ein byggiverkætlan serliga neiliga ávirkan á grannalagið, kunnu vit sum kommunalur byggimyndugleiki gera av, at málið skal til grannahoyring, áðrenn vit taka støðu til málið; eisini hóast eingi frávik eru í mun til kunngerðina og samtyktirnar. 

Á síðuni "granni at bygging" kanst tú kunna teg nærri um hoyringar í samband við órógv ella ampa av bygging hjá øðrum.

Granni at bygging

Send fullfíggjaða umsókn longu fyrstu ferð

Tín umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum skal gerast, og allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina, skulu leggjast við umsóknini. Tekningar skulu vera mátfastar og støddarlutføllini tilskilast, soleiðis at vit sum byggimyndugleiki lættliga kunnu meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini. 

Tín umsókn um byggiloyvi skal millum annað innihalda:

  • Avrit av skeyti við ásetingum og tinglýstum byrðum
  • Tekningar:
    • Støðumynd
    • Flatmynd
    • Síðumyndir við lendisviðurskiftum
    • Tvørskurðir við lendisviðurskiftum og tilfarslýsing
    • Kloakktekningar
    • Um neyðugt, brunatekningar, sertekningar, skurðir sum vísa lendisviðurskiftini mótvegis grannum og tílikt
    • Útrokningar av byggi- og nýtslustigi
  • Tekningar skulu hava øll neyðug mát og í minsta lagi høvuðsmát
  • Á øllum tekningum skal vera tekningshøvd við dagfesting, matrikkulnummari á ognini og kunning um, hvør hevur teknað
  • Har orkukarmur er ásettur, skal útrokningin av orkukarminum vera tøk og gjørd av góðkendum ráðgeva. Orkutørvurin skal vera roknaður við forritinum Be 10, sum er partur av "Sbi-anvisning 213, Bygningers energibehov"
  • Tú skalt upplýsa, um tín verkætlan er í stríð við ásetingarnar í Byggilógini, Bygningskunngerðini, byggisamtyktum, tinglisnum byrðum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Er verkætlanin í stríð við ásetingarnar, skal tín umsókn fevna um grundaða umbøn um loyvi til at víkja frá ásetingunum

Tú kanst kunna teg nærri um krøvini í faldara okkara 2Sethúsabygging", í kap. 1 § 3 í Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og í Bygningskunngerðini, kap. 1.3.1.

Sethúsabygging

Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu

Bygningskunngerðin (landsverk.fo) 

Meðan byggingin fer fram
Fráboðan um arbeiðsbyrjan

Minst til, at tú skalt boða byggimyndugleikanum frá, áðrenn tú fert í gongd við at byggja. Tú boðar byggimyndugleikanum frá arbeiðsbyrjan við at senda teldupost til torshavn@torshavn.fo

Broytingar

Gert tú broytingar í verkætlanini, aftaná byggiloyvið er útskrivað, skalt tú boða kommunala byggimyndugleikanum frá. Er talan um munandi broytingar, krevur hetta, at verkætlanartilfarið verður dagført og møguligt nýtt byggiloyvi útskrivað. Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, um byggiloyvið framhaldandi er galdandi, um tørvur er á fleiri upplýsingum, ella um tú noyðist at søkja av nýggjum.

Grevur tú í veg, gongubreyt ella annað kommunalt øki, tørvar tær serstakt loyvi.

Grevstrarloyvi

Minst til grannarnar

Minst til at taka atlit til grannarnar, meðan byggingin fer fram. Syrg fyri framhaldandi at kunna tínar grannar, so teir kenna tínar byggiætlanir, og teir vita, hvat gongur fyri seg á byggiplássinum. Hugsa um, hvat tú kanst gera fyri, at títt byggivirksemi verður til so lítlan ampa, sum gjørligt.

Um byggiætlanin broytist, so tað ávirkar grannalagið, til dømis við at leingja munandi um byggitíðina, er skilabest eisini at kunna grannarnar um broytingina.

Granni at bygging

Tá byggingin er av
Byggiváttan

Tá byggiarbeiðið er liðugt, skalt tú boða Byggi- og umhvørvideildini frá í góðari tíð. Tað gert tú við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Tá tú hevur sent okkum tína fráboðan, sýnir Byggi- og umhvørvisdeildin húsini, soleiðis at ein byggiváttan kann útskrivast. Byggiváttanin er eitt skjal, sum prógvar, at húsini eru bygd sambært ásetingunum í byggiloyvinum. 

Bygningurin má ikki takast í nýtslu, fyrr enn ein byggiváttan fyriliggur. Í byggiloyvinum sæst, um byggiváttan krevst.