Lurta
Til lesiveik

Forfundur

Ætlar tú at byggja hús, byggja uppí ella byggja um á tínari grund, kanst tú bíleggja ein forfund við Byggideildini. Tú bíleggur fundin við at senda Tórshavnar kommunu ein teldupost á torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Bílegging av forfundi" í evnisteigin og at viðmerkja tín bústað.

Á einum forfundi kunnu vit veita tær leiðbeining um yvirskipaðu reglurnar og svara spurningum, sum taka seg upp, tá tú vilt byggja. Forfundurin varir ein hálvan tíma. Tað er umráðandi, at tú frammanundan gert tær greitt, hvat tú ætlar tær at spyrja okkum um, soleiðis at vit fáa brúkt tíðina so væl sum gørligt. Fundurin verður hildin á Byggideildini í Steinatúni í Tórshavn.

 

Tilfar til forfundin

Tá tú bíleggur forfundin, skalt tú leggja neyðuga tilfarið við bíleggingini. Er tilfarið ikki tøkt, tá tú bíleggur fundin, kanst tú senda tilfarið seinni í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja í evnisteiginum, at talan er um tilfar til ein forfund og at upplýsa tín bústað.

Vit skulu hava tilfarið í seinasta lagi fimm arbeiðsdagar áðrenn fundin. Hava vit ikki fingið tilfarið áðrenn ásettu freistina, avlýsa vit fundin.

Fyri at kunna veita tær so góða leiðbeining sum gjørligt, skulu vit hava hesar upplýsingar fra tær:

  1. Hvat vilt tú byggja, og hvat vilt tú spyrja Byggideildina um?
  2. Roknar tú við at lendisregulera?
  3. Hvussu nógvar bygningar hevur tú á tínari grund, telur tú allar bygningar við, og hvussu stórir eru teir?
  4. Tú skalt kunna teg um almennu og serstøku byggisamtyktina. Hevur tú spurningar viðvíkjandi samtyktunum, vilja vit fegin hava spurningarnar áðrenn fundin.
  5. Støðumynd av grundini, har tú teknar inn markið, teknar inn allar standandi bygningar og frámerkir, hvar tú ætlar tær at staðseta nýggju byggingina við mátum á bygningunum og frástøðu til mark.
  6. Eigur tú ikki grundina sjálv, skalt tú viðhefta fulltrú frá eigara. Sama ger seg galdandi, um tú ert ráðgevi ella arkitektur.

Tað kann koma fyri, at vit biðja teg um meira tilfar í sambandi við okkara meting av byggimálinum. 

 

Vegleiðing - ikki ein avgerð

Tú skalt vera greið yvir, at vit taka onga endaliga avgerð um tína byggiætlan á einum forfundi. Vit vegleiða teg, so tú ert útgjørd til at samanseta eina fullfíggjaða umsókn um byggiloyvi. Aftan á fundin sendir málsviðgerin tær eina fundarváttan.

Umsóknin um byggiloyvi skal latast inn á Vanganum.

Leita fram almennu og serstøku byggisamtyktina:

 

Galdandi kommunuætlan

Uppskot til kommunuætlan 2020

 

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um byggiloyvi á Vanganum.

Søg um byggiloyvi á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um byggiloyvi" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um byggiloyvi