Lurta

Eg vil taka niður ella umvæla og bjálva

Ætlar tú at taka bygningar niður ella umvæla tína ogn, eru nøkur viðurskifti, sum tú skalt hava í huga.

Søk um loyvi til at taka bygning niður 



Eg vil taka bygning niður
Niðurtøka uttan loyvi

Sum útgangsstøði er loyvt at taka niður bygging, sum er minni enn 50 fermetrar. Hetta er kortini treytað av, at tú fylgir vegleiðingini hjá Tórshavnar kommunu um niðurtøku av bygningum.

Vegleiðing um niðurtøku

Aftur at hesum skalt tú fylgja reglunum fyri skiljing av byggiburturkasti og boða móttøkustaðnum frá tríggjar dagar frammanundan.

Reglur fyri skiljing av byggiburturkasti

Niðurtøka við loyvi

Ætlar tú tær at taka niður hús, størri bilhús, bilskýli ella tílíkar bygningar, skalt tú søkja um loyvi frá kommununi.

Søk um loyvi til at taka bygning niður

Aftur at hesum skalt tú fylgja reglunum fyri skiljing av burturkasti og minnast til at boða móttøkustaðnum frá tríggjar dagar frammanundan. 

Reglur fyri skiljing av burturkasti

Eg vil umvæla og bjálva
Hvat havi eg loyvi til?

Tú kanst umvæla og bjálva tín bygning uttan loyvi frá Tórshavnar kommunu. Hetta er kortini treytað av, at arbeiðið fer fram í samsvari við ásetingarnar í Bygningskunngerðini, almennu og serstøku byggisamtyktunum, tinglisnu byrðunum og øðrum. 

Er talan um ein varðveitingarverdan bygning, eigur tú at venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina fyri at fáa nærri kunning um, hvussu tú skalt bera teg at. Tú kanst kanna, um tín bygningur er friðaður ella varðveitingarverdur við at skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin niðanfyri.

 

Bygningskunngerðin (landsverk.fo)

Tinglýsingin á Umhvørvisstovuni (us.fo)

Varðveitingarverd hús

Tórshavnar býaratlas

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15