Lurta
Til lesiveik

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu

Ætlar tú at útvega tær grundstykki til at byggja sethús í Tórshavnar kommunu, hevur tú tvinnar møguleikar. Tú kanst annaðhvørt keypa eitt stykki frá privatum, ella tú kanst melda til lutakast, so hvørt sum kommunan almannakunnger, at grundstykki eru klár at luta út. 

Tá ið eingin keypari er til grundstykki, ið hava verið boðin út í lutakasti, verða stykkini lýst til sølu á heimasíðuni og í fjølmiðlunum. Er nakað stykki til sølu, sært tú tað eisini niðanfyri á hesari síðuni.

Tórshavnar býráð samtykti 28. januar 2016 at avtaka skipanina við bíðilistum til grundstykki. Borgarar kunnu í staðin tekna seg til útlutanir, so hvørt sum stykki eru klár at luta út. Á hendan hátt fáa øll, sum lúka treytirnar fyri at fáa tillutað ogn frá kommununi, javnbjóðis møguleika at vera við í lutakastinum. 

Kommunan kunnar alment um, nær útlutanir fara fram, og síðan ber til at tekna seg til útlutanina. 

Fyri at vera við í lutakastinum til grundstykki í kommununi, skalt tú millum annað vera fylt 18 ár, og tú skalt ikki eiga fasta ogn í kommununi, ið kann nýtast til privatan bústað. Kunna teg nærri um treytirnar í reglugerðini fyri tilmelding og útlutan av grundstykkjum.

Reglur fyri tilmelding til lutakast og útlutan av grundstykkjum



Útlutan og søla av grundstykkjum
Grundstykki til privata útlutan

Eingi grundstykki eru til útlutan í løtuni.

Grundøki til sølu

Grundøki til íbúðir og/ella raðhús til sølu í Kollafirði

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matr. nr. 203c í Kollafirði, umleið 4.480 m2, til sølu til bústaðarbygging.

Í Kommunuætlanini og í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu verður mælt til, at fleiri bústaðir verða gjørdir í kommununi.

Tilflytingin hevur seinnu árini verið ovurhonds stór, og tí er kommunan í troti við bústøðum. Politiskt er ynskið at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og tí verður farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matr. nr. 203c í Kollafirði at menna til íbúðir ella raðhús til leigu- ella eigarabústaðir.

Bæði einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið.


Innlatingarfreist

Tilboð, saman við fylgiskjølum og váttan um fígging frá fíggingarstovni, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. november 2021 kl. 12.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

 

Útbjóðingartilfar

Útbjóðingartilfarið finnur tú her: 

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15