Her finnur tú ymsar upplýsingar um tína grund. Tú kanst til dømis skriva tín bústað í leititeigin og finna serstøku og almennu samtyktina, sum eru galdandi á tínum stykki.
Hjá Tinglýsingini kanst tú fáa avrit av tinglisnu byrðunum, ella tú kanst bíleggja tær eina tingbókaváttan.
Minst til, at byrður eisini kunnu vera tinglisnar á ognini, og at tílíkar byrður kunnu seta strangari avmarkingar fyri, hvussu tú kanst byggja. Fyri at fáa yvirlit yvir byrður, eigaraviðurskifti og annað á stykkinum, kanst tú ringja til Tinglýsingina á Umhvørvisstovuni á tel. 35 80 20 ella senda ein teldupost til tinglysing@us.fo.
Ivast tú í, um tíni hús eru friðað, kanst tú síggja eitt yvirlit yvir friðaðar bygningar her:
Yvirlit yvir friðaðar bygningar (tjodsavnid.fo)
Skalt tú byggja í Tórshavnar kommunu, kann títt grundstykki vera fevnt av byggilinjum og friðingarlinjum, sum kunnu seta mørk fyri tína bygging.
Byggilinjur og friðingarlinjur eru ofta skjalfestar hjá fleiri ymiskum myndugleikum. Til dømis eru byggilinjur ofta ásettar í serstøku byggisamtyktunum, sum kommunan varðar av. Byggilinjur kunnu eisini finnast í skeytinum ella vera skrásettar sum tinglisnar byrður á ognini, sum Tinglýsingin á Umhvørvisstovuni umsitur. Talan kann eisini vera um frástøðulinjur til landsveg. Í tílíkum førum er Landsverk viðkomandi myndugleikin.
Harumframt kann títt grundstykki vera fevnt av lógarreglum, sum náttúrufriðingarmyndugleikarnir umsita. Til dømis, tá talan er um:
- Bygging uttangarðs
- Bygging minni enn 100 metrar frá bakkatromini
- Bygging minni enn 300 metrar frá teimum viðalundum, Føroya viðalundanevnd hevur um hendi
- Bygging minni enn 300 metrar frá vøtnum, ið hava størri vídd enn ein hektar
- Bygging minni 300 metrar frá áum, ið eru meira enn fýra metrar breiðar í botninum
Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar við at venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu.
Løgtingslóg um náttúrufriðing (logir.fo)
Tíni hús kunnu vera varðveitingarverd, hóast tey ikki eru friðað. Tú kanst kanna, um tíni hús hava eitt varðveitingarvirði við at skriva bústaðin og húsanummarið í leititeigin á kortinum niðanfyri.
Tú kanst kunna teg nærri um varðveitingarvirðini á síðu okkara "Varðveitingarverd hús".
Tú kanst eisini lesa um varðveitingarverdu økini í Tórshavnar kommunu í Tórshavnar býaratlassi.
Ivast tú í, um tín ogn hevur eitt varðvitingarvirði, ella hvat eitt varðveitingarvirði merkir, kanst tú seta teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar Kommunu.
Varðveitingarverd hús
Løgtingslógin um náttúrufriðing (logir.fo)
Tórshavnar býaratlas