Viðgerðartíðin fyri byggimál er ymisk. Hon veldst um støddina á byggimálinum og um, hvussu fullfíggjað tín umsókn er.
Her fært tú nøkur ráð til, hvussu tú kanst stytta viðgerðartíðina.
FYLG KRAVLISTANUM
Fyri hvørt slag av byggiloyvi er ein listi yvir, hvat tilfar tú skalt leggja við umsóknini. Tú finnur hesi krøvini, tá tú lesur um ymsu sløgini av bygging her á heimasíðuni. Fyri at ein málsviðgerð kann fara í gongd, er týdningarmikið, at tú letur okkum kravda tilfarið.
Umsóknin um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum skal gerast, og tú skalt leggja allar tekningar og upplýsingar við, sum hava týdning fyri byggingina.
LÝS VÍDDINA OG STØDDINA Á ÆTLAÐU BYGGINGINI VÆL
Tekningar skulu vera mátfastar og tilskilaðar við støddarlutfalli, soleiðis at kommunali byggimyndugleikin lættliga kann meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini. Tú skalt upplýsa byggi- og nýtslustig í mun til mest loyvdu hædd og frástøðu til mark.
SYRG FYRI, AT VIÐGERÐARGRUNDARLAGIÐ ER VÆL LÝST
Í fleiri førum verður ein viðgerð seinkað, tí tilfarið, sum er latið inn, ikki veitir okkum allar upplýsingar um møgulig viðurskifti, sum ganga ímóti galdandi ásetingum.
Tín umsókn um byggiloyvi skal sostatt fevna um:
- Neyðugar upplýsingar til eyðmerking av ognini, bygninginum ella eindini
- Neyðugar upplýsingar til viðgerð av umsóknini í mun til ásetingarnar í Bygningskunngerðini, byggisamtyktum og øðrum ásetingum
- Upplýsing um ætlaðu nýtsluna í bygninginum. Er talan um broytta nýtslu, skalt tú eisini upplýsa okkum um verandi nýtslu
- Upplýsingar um, hvørt verkætlanin stríðir ímóti ásetingum í Byggilógini, Bygningskunngerðini, byggisamtyktum, tinglisnum byrðum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Eru frávik, skal umsóknin fevna um grundaða umsókn um frávik frá ásetingunum