Lurta

Boða frá garðaskøru, laksaberjum og øðrum vøkstri

Summar plantur eru innræsnar, sum merkir, at planturnar eru innsløddar úr øðrum londum. Í summum førum kunnu tílík fremmand plantusløg finna uppá at spjaða seg og soleiðis gera seg inn á annað plantulív.

Eitt dømi um innræsna plantu er garðaskøra; eisini rópt Alchemilla mollis. Hon spjaðir seg lættliga í økjum, sum eru ávirkað av mannavirksemi.

Kommunan hevur gjørt av at skráseta innræsnu planturnar í samsvari við tilmælini frá Umhvørvisstovuni. Hetta fyri at hava eftirlit við, hvussu umfatandi spjaðingin er og fyri at tryggja, at plantusløgini ikki spjaða seg ótarnað í kommununi.

At tálma innræsnu plantunum krevur kortini, at vit arbeiða saman í kommununi. Vit vilja tí fegin, at tú sum borgari sigur okkum frá, um tú bert eyga við innræsnu planturnar á almennum øki.

Aðrar plantur, ið eisini verða roknaðar sum innræsnar, eru laksaber ella sponsk hindber (Rubus spectabilis), japanpílaurtin (Fallopia japonica) og fuksia (Fuchsia magellanica).

Kunning og leiðbeining um garðaskøru (us.fo)



Fýra plantur í sjóneykuni
Fýra plantur í sjóneykuni

Har eru fýra sløg av plantum, sum eru serliga innræsnar og torførar at fáa bilbugt við, tá tær hava fingið fastatøkur. Tí er umráðandi, at tú sigur kommununi frá, um tú bert eyga við eitt av sløgunum.

Tú kanst senda tína fráboðan við at nýta knøttarnar niðanfyri. Tú kanst viðhefta mynd av plantuni, tá tú boðar frá.  

Garðaskøra (Alchemilla mollis)

Hevur tú borið eyga við garðaskøru, kanst tú fegin boða kommununi frá við at brúka knøttin niðanfyri. Minst til at viðmerkja støddina á plantuni, og hvar tú hevur sæð hana. Plantan sær soleiðis út:

Boða frá garðaskøru

 

Laksaber (Rubus spectabilis)

Vinarliga boða kommununi frá, um tú kemur fram á plantuna laksaber á almennum øki í kommununi. Plantan verður eisini rópt fyri sponsk hindber. Blóman sær soleiðis út:

boða frá laksaberJUM (Sponsk Hindber)

 

Japonsk pílaurt (Fallopia japonica)

Japanska pílaurtin er ikki so útbreidd í Føroyum. Plantan er tó staðfest í fleiri støðum í Føroyum. Úr grannalondum okkara sigst, at hetta er ein innræsin planta, sum kann gera stóran og kostnaðarmiklan skaða, um hon fær fastatøkur.

Tí frætta vit fegin frá tær, um tú sært hesa plantuna á almennum øki í Tórshavnar kommunu. Japanska pílaurtin sær soleiðis út:

boða frá japanskari pílaurt

Miljøstyrelsen um japonsku pílaurtina

 

Fuksia (Fuchsia magellanica)

Fuksia, eisini nevnd blóðdropi, er vorðin alsamt vanligari planta at síggja í Føroyum. Sært tú hesa plantuna á einum staði, hon ikki er tilætlað, vilja vit fegin hoyra frá tær. Nýt knøttin niðanfyri til at boða frá plantuni. Fuksia sær soleiðis út:

boða frá fuksiu

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15