Lurta
Til lesiveik

Boða frá vespum

Kommunan bjóðar serkøna hjálp til at taka vespubýli burtur. Kravið er, at tú kanst vísa á eitt býli ella eitt stað, har vespurnar stútt flúgva inn og út.

Í okkara faldara um vespur fært tú góð ráð um, hvussu tú finnur vespubýli. Her kanst tú eisini kunna teg nærri um, hvussu vit týna vespurnar.

boða frá vespubýli

Vespur



Vespur og vespubýli
Einstakar vespur ella vespubýli?

Um summarið kemur ofta fyri, at einstakar vespur av óvart koma inn í hús, tá tær leita eftir føði. Einstakar vespur kunnu vera til ampa, men hetta er ein trupulleiki, tú sjálv eigur at loysa. Í handlunum fært tú ymisk evni og amboð til keyps, sum tú kanst týna vespur við.

Eru vespur hinvegin í húsunum ella nærindis í heilsum, kanst tú rokna við, at eitt býli er í nánd. Er eitt vespubýli í húsunum ella á grundøkinum, er ikki ráðiligt, at tú sjálv fert í holt við at taka býlið burtur uttan serkøna hjálp. Vespur leypa beinavegin á, um tú órógvar ella roynir at oyðileggja teirra býli.

Hvussu staðfesti eg, hvar vespubýlið er?

Vanligastu støðini hjá vespunum at gera sær býli eru:

  • Undir takúthangi
  • Undir væðingum
  • Í hjallum
  • Í veggjum millum skins og hold
  • Á loftum

Aloftast er lætt at finna býlið, tí kring býlið er ofta ein javnur meldur av vespum, sum flúgva til og frá.

Fráboðan og treytir
Hvussu boði eg frá?

Tá tú hevur staðfest, hvar vespubýlið er, kanst tú geva kommuni eitt prei um vespurnar á sjálvgreiðsluni. Tú kanst eisini ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10.

Tað er bara eigarin av ognini ella umboð hjá eigaranum, sum kann heita á kommununa um týningarhjálp.

Tín fráboðan verður beind beinleiðis víðari til aktingarmannin hjá kommununi, sum lesur boðini í okkara talgildu fráboðanarskipan. Aktingarmaðurin ringir síðani til tín fyri at avtala vitjan.

Boða frá vespubýli

Treytir fyri týningarhjálp

Treytirnar fyri týningarhjálpini eru, at:

  • Tú ávísir eitt býli ella stað, har vespurnar áhaldandi flúgva inn og út
  • Tú sum eigari ert heima, meðan týningin fer fram. Er býlið til dømis millum skins og hold, og kunnu týningarevnini leka inn í búrúmini, tá við spræna við teimum, skalt onkur vera inni og siga frá, um eiturpulvurið treingir inn

Les meira um týningarhjálp og týningarevnini í okkara faldara um vespur niðanfyri.

Vespur