Hevur tú hund, skalt tú syrgja fyri, at hundurin hevur hálsband og spjaldur frá tí, hann er 4 mánaðir gamal. Á spjaldrinum skal standa navn og bústað hjá eigara.
Fyri at halda býin reinan heita vit á teg um at brúka serligan posa til hundalortar. Posarnir verða útflýggjaðir í Snarskivuni og eru eisini at fáa í serligum stativum í fríøkjum, m.a. í Havnardali, Svartafossi og Sandagerði. Posarnir fáast eisini til keyps í handlunum.
Harafturat mást tú syrgja fyri, at hundurin ikki gongur leysur. Um hundurin gongur leysur og verður tikin upp av løgregluni, fært tú álagt eina bót, sum skal gjaldast, tá ið tú kemur eftir hundinum.
Er hundurin ikki heintaður innan 3 dagar eftir upptøku, verður hundurin avlívaður ella avhendur. Tú kanst kunna teg nærri um hundalógina niðanfyri.
Løgtingslóg um hundar (logir.fo)