Kemur tú fram á ein skaddan fugl, skalt tú kanna, hvar hann er skaddur. Er vongurin brotin, er best at finna onkran, sum dugir at kippa fuglin. Ein brotin vongur lekist sjáldan, og ofta koma fuglarnar ikki á flog aftur.
Hevur fuglurin brotið eitt bein ella tílíkt, ber ofta til at bjarga honum. Tú kanst tá ringja ella senda boð til Djóraverndarfelagið.
Er fuglurin veikur, men heilur, kann ofta vera nóg mikið at taka hann inn eina løtu. Gev honum vatn og breyð, korn ella kjøt og síðan frið eina løtu. Um hann ikki batnar, ella tú ikki hevur møguleika at taka fuglin inn, kanst tú ringja til Djóraverndarfelagið ella senda felagnum eini boð umvegis Facebook.
Finnur tú ein unga, sum er dottin úr reiðrinum, er best at fáa hann í reiðrið aftur.
Djóraverndarfelagið
Tel. 50 45 33
Boða frá á Facebook