Lurta

Almennar lestraríbúðir

Ert tú lesandi ella lærlingur, og er tín útbúgving góðkend til lestrarstuðul ella lærlingaløn, kanst tú skriva teg upp til lestraríbúð hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag.



Almennar lestraríbúðir
Finsen

Bústaðir og Tórshavnar kommuna hava í felag umvælt gamla Kommunuskúlan í Havn til 33 nýmótans lestraríbúðir. Treytin fyri at fáa íbúð í Finsen er, at tú annaðhvørt ert undir útbúgving, ið góðkend til at geva lestrarstuðul, ella at tú ert lærlingur við lærlingaløn. Les meira um íbúðirnar á heimasíðuni hjá Bústøðum.

Lestraríbúðir hjá Bústøðum (verður umsitið av Bústøðum)

Studentaskúlaheimið í Berjabrekku

Talan er um tveir bygningar í tveimum hæddum í Berjabrekku 21 og 23. Tilsamans eru 16 lestrarkømur við egnum baðirúmi og felags køki og uppihaldsstovu. Studentaskúlaheimið í Berjabrekku er í høvuðsheitum ætlað lesandi á miðnámi.

Kunna teg nærri um hentleikar og treytir á heimasíðuni hjá Bústøðum.

Lestraríbúðir (verður umsitið av Bústøðum)

Næmingaheimið undir Fjalli

Talan er um tveir bygningar í trimum hæddum á Vesturgøtu 15 og 17. Tilsamans eru 36 kømur við egnum baðirúmi og felags køki og uppihaldsstovu. Øll 36 kømrini venda oman móti býnum og hava gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Næmingaheimið undir Fjalli er í høvuðsheitum ætlað lesandi á miðnámi.

Kunna teg nærri um hentleikar og treytir á heimasíðuni hjá Bústøðum.

Lestraríbúðir (verður umsitið av Bústøðum)