Lurta

Almennir leigubústaðir

Bústaðir – Føroya bústaðarfelag er eitt alment felag, sum síðan 2012 hevur bygt og útvegað leigumál. Bústaðir umsitur meginpartin av almennu leigumálunum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni eru 216 leigumál í Tórshavnar kommunu. Millum 2020-21 standa 38 leigumál væntandi liðug afturat. Í 2021-2023 verða 50 leigumál afturat.

Fíggjarmálaráðið varðar av almenna bústaðarfelagnum. Almannamálaráðið hevur eitt tætt samstarv við Bústaðir. Hetta merkir millum annað, at Almannaverkið hevur ávísingarrætt til fimtu hvørja íbúð hjá felagnum.



Almennir leigubústaðir
Almennir leigubústaðir

Almenna bústaðarfelagið Bústaðir útvegar og umsitur leigumálini í Tórshavnar kommunu. Tú kanst kunna teg nærri um limaskap, bíðilistar, íbúðir og treytir á heimasíðuni hjá Bústøðum.

Bústaðir - Føroya bústaðafelag

Yviri við Strond 6
110 Tórshavn

Tel. 40 10 00
Heimasíðan hjá Bústøðum (bustadir.fo)

Ert tú lesandi ella lærlingur, og er tín útbúgving góðkend til ávikavist lestrarstuðul ella lærlingaløn, kanst tú eisini skriva teg upp til ein almennan lestrarbústað. Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Bústøðum ella á okkara síðu um almennar lestraríbúðir:

Almennar lestraríbúðir

Leigubústaðir frá Almannaverkinum

Hevur tú heilsuligar ella sosialar trupulleikar, sum bera við sær, at tú ikki fært útvegað tær bústað á jøvnum føti við onnur, kanst tú venda tær til Almannaverkið.

Almannaverkið umsitur ein lista yvir borgarar, sum hava serligan tørv og ynskja eina íbúð frá Bústøðum. Talan er um ein bíðilista, sum er skipaður eftir serligum treytum til tann borgara, sum tøka íbúðin hóskar til, og sum hevur størsta serliga bústaðarsosiala tørvin. Les meira her:

Leigubústaðir hjá Almannaverkinum (av.fo)