Lurta

Soleiðis fært tú tær fjarhita

Í almennu hitaætlanini fyri Tórshavnar kommunu sært tú, hvørjar møguleikar tú hevur fyri at knýta tíni hús upp í kommunalu fjarhitaskipanina. Í ætlanini sært tú eisini, hvar og nær fjarhitaskipanin eftir ætlan verður útbygd.

Fjarhitafelagið veitir fjarhitan í Tórshavnar kommunu. Fjarhitafelagið er eitt felag, sum Tórshavnar kommuna og SEV eiga.

Býrt tú í einum øki uttan møguleika fyri at knýta húsini upp í fjarhitaskipanina, mæla vit til, at tú velur eina grøna orkuloysn. Ynskir tú at vita, hvørjir aðrir møguleikar eru, og hvør loysn hóskar best til tíni hús, kanst tú vitja heimasíðuna hjá Orkuskiftinum á Umhvørvisstovuni, sum er ráðgevandi myndugleiki í føroyskum orkuviðurskiftum.


Íbindingarskylda til fjarhita

Byggir tú hús í einum øki, sum er fevnt av fjarhitakervinum, kanst tú ikki fáa undantaksloyvi frá íbindingarskylduni. Tú kanst kanna, um tú býrt í fjarhitaøki við at skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri. Tú skalt kortini altíð minnast til at kanna títt skeyti fyri neyvari ásetingar um fjarhita.

Á heimasíðuni hjá Fjarhitafelagnum kanst tú síggja, hvat íbindingin kostar.

Almenna hitaætlanin fyri Tórshavnar kommunu 

Orkuskiftið (os.fo)

Heimasíðan hjá Fjarhitafelagnum (verður umsitið av fjarhitafelagnum)



Um fjarhitaskipanina - íbinding, veiting og orkukeldur
Undantaksloyvi frá íbindingarskylduni

Byggir tú hús í einum øki, sum er fevnt av fjarhitakervinum, kanst tú ikki fáa undantaksloyvi frá íbindingarskylduni. Á heimasíðuni hjá Fjarhitafelagnum kanst tú síggja, hvat íbindingin kostar.

Hvussu skal eg gera, um eg vil knýta húsini upp í fjarhitaskipanina?

Tú skalt senda ein fyrispurning til Fjarhitafelagið. Fjarhitafelagið metir um, hvørt til ber at veita tær fjarhita, ella um fleiri matrikklar mugu fara saman um at knýta uppí í senn.

Í summum førum ber væl til at knýta einstakar brúkarar upp í skipanina; serliga tá brúkarar eru staddir nærindis fjarhitaleiðingunum. Í fleiri førum er kortini neyðugt at gera leiðingar inn í grannaløg. Hetta er ein stór íløga, og tí er ofta neyðugt, at fleiri ella allir matrikklarnir í grannalagnum í felag biðja um íbinding til fjarhitaskipanina.

Áheitanir um felags íbinding skulu sendast Fjarhitafelagnum umvegis teldupost til fjarhiti@fjarhiti.fo.

Hvaðani kemur fjarhitin í Tórshavnar kommunu?

Hitin í fjarhitaskipanini stavar frá trimum orkukeldum:

  • Avlopshita frá brennistøðini á Hjalla
  • Avlopshita frá el-verkinum hjá SEV á Sundi
  • Oljufýrdum ketli hjá Fjarhitafelagnum

ORKUBÝTI

Orkubýtið hevur seinastu árini sæð soleiðis út:

2016


2018


2019

Í løtuni kemur eingin fjarhiti frá verkinum á Sundi, tí nýggja Sundsverkið verður útbygt. Av tí sama sá orkubýtið soleiðis út í 2019:


Tá el-verkið á Sundi kemur upp í fjarhitaskipanina aftur í 2020, fer býtið væntandi at síggja soleiðis út:

2022

Fjarhitaætlanin fyri Tórshavn

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar og nær fjarhitaskipanin verður útbygd. Trýst á pílin fyri at síggja kortið í fullari stødd.

Almenna hitaætlanin fyri Tórshavnar kommunu

Hvønn skal eg venda mær til, um eg vil kæra?

Sum fjarhitabrúkari kanst tú í løtuni ikki kæra avgerðir hjá Fjarhitafelagnum til nakran kærumyndugleika. Hetta kemst av, at partar av lógarverkinum framvegis vanta.

Sum fjarhitabrúkari ert tú sostatt fyribils avmarkað til at royna kærumál við dómstólarnar.

Hvønn skal eg venda mær til við spurningum um fjarhita?

Vilt tú vita, hvat stendur í skeytinum, skalt tú venda tær til Tinglýsingina á Umhvørvisstovuni.

Hevur tú tørv á dagførdum príssamanberingum av orkuloysnum, skalt tú annaðhvørt venda tær til Orkuskiftið á Umhvørvisstovuni ella Fjarhitafelagið.

Hevur tú spurningar um íbindingarskyldu til fjarhita, skalt tú venda tær til Fjarhitafelagið.

Hevur tú spurningar um møguleikan fyri at fáa fjarhita, skalt tú venda tær til Fjarhitafelagið. Í summum førum krevst, at tit eru fleiri, sum í felag biðja um at fáa fjarhitan lagdan inn í grannalagið.

Tinglýsingin

Tel. 35 80 20

tinglysing@us.fo

Tinglýsingin

Fjarhitafelagið

Tel. 31 95 59

fjarhiti@fjarhiti.fo

Fjarhitafelagið

Orkuskiftið

Tel. 34 24 00

info@os.fo

Orkuskiftið

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15