Lurta
Til lesiveik

Soleiðis fært tú tær jarðhita

Ætlar tú tær at seta jarðhitaskipan upp, skalt tú søkja Tórshavnar kommunu um loyvi. Jarðhitaskipanir kunnu annaðhvørt vera loddrættar ella vatntrættar. Tað vil siga, at annaðhvørt standa rørini beint upp og niður, ella liggja slangur vatnrætt undir jørð nærindis tínum bygningi.

Set teg í samband við ein góðkendan veitara av orkuloysnini, sum kann hjálpa tær at søkja um loyvi. Umsóknarskjalið og leiðbeining til umsóknina finnur tú á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Umsóknin skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Umsókn um uppsetan av jarðhitaskipan« í evnisteigin. 

Umsóknarblað til jarðhitaskipan og leiðbeining (us.fo)

 

Treytir fyri jarðhitaloyvi

Meginreglan er, at tú hevur skyldu til at binda uppí fjarhitaskipanina, tá tú byggir hús í teimum økjum í kommununi, har fjarhiti er lagdur. Íbindingarskyldan er lýst í skeytinum og kemur í gildi, tá nýggj hús verða bygd.

Luft til luft-hitapumpur og luft til vatn-hitapumpur kanst tú seta upp uttan loyvi, undantikið tá talan er um nýbygging. Er talan um nýbygging, er orkuskipanin fevnd av umsóknini um byggiloyvi.

Niðanfyri kanst tú kanna, um tín ogn er fevnd av íbindingarskylduni til fjarhita. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri, so sært tú, um títt grundstykki liggur í fjarhitaøki.


Ivast tú í, hvat stendur í skeytinum, kanst tú kanna tað í tinglýsingarskipanini hjá Umhvørvisstovuni. Á framsíðuni hjá tinglýsingarskipanini finnur tú eina vegleiðing til, hvussu tú ber teg at við at rita inn í skipanina. Í summum førum krevst, at tú ritar inn við Samleikanum. Trýstir tú á spjaldrið »Vegleiðing« ovast á síðuni, sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)



Meira um jarðhitaskipanir
Tá tú søkir um jarðhitaloyvi

Vilt tú seta eina jarðhitaskipan upp, eru tvær ymiskar jarðhitaskipanir at velja millum:

  • Ein vatnrøtt skipan - her verða slangurnar í skipanini lagdar vatnrætt umleið 80 cm. undir jørð nærindis bygninginum
  • Ein loddrøtt skipan - í tílíkum føri verða djúpar brunnboringar, úr 100 til 300 metrar, gjørdar og rørlagdar

Tú skalt altíð søkja um loyvi til jarðhitaskipanir, bæði til loddrættar og vatnrættar skipanir. Umsóknin um jarðhita er krav, tí orkumyndugleikin á Umhvørvisstovuni skal tryggja sær, at boriholini verða skrásett og kortløgd, so myndugleikin kann hava eftirlit við, hvar boriholini eru, og at frástøðan millum brunnboringarnar er í minsta lagi 20 metrar.

Harumframt gevur umsóknin myndugleikanum møguleika fyri at tryggja sær, at útrokningarnar eru rættar, soleiðis at millum annað orkutørvurin og effektin samsvara, og at brunnborarin hevur kravda loyvisbrævið til at fremja boringarnar.

Umsóknarskjalið og leiðbeining til umsóknina finnur tú á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Vilt tú kanna, hvørjir brunnborarar og installatørar eru góðkendir, finnur tú eitt yvirlit á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Umsóknarblað til jarðhita og leiðbeining (us.fo)

Yvirlit yvir brunnborarar og installatørar (us.fo)

Krøv, sum skulu lúkast

Fleiri krøv mugu lúkast, áðrenn tú kanst taka tína jarðhitaskipan í nýtslu. Flestu krøvini eru krøv, sum installatørar og brunnborarar skulu syrgja fyri at lúka:

  • Áðrenn jarðhitaskipanin verður tikin í nýtslu, skal ein roynd av tættleikanum í jarðhitaskipanini gerast
  • Er talan um eina loddrætta jarðhitaskipan, skal plássið, har boriholið er, merkjast við einum frámerki á húsagrundini ella á øðrum sjónligum staði
  • Tilfar frá boringini skal burturbeinast á tryggan hátt, soleiðis at tað ikki kemur út í nærumhvørvið, tað vil siga í áir, løkir, kloakkir ella út í lendið
  • Í minsta lagi 20 metrar skulu vera millum boriholini
Treytir fyri jarðhita

Niðanfyri eru treytirnar, sum skulu lúkast, áðrenn vit kunnu geva tær loyvi til at seta tína jarðhitaskipan upp og taka hana í nýtslu:

  • Skipanin skal setast upp soleiðis, sum tú hevur lýst uppsetingina í umsóknini um loyvi
  • Tá skipanin er sett upp, skalt tú senda skrivliga váttan til kommununa. Váttanin skal vísa endaligu staðsetingina av skipanini og tøkniligu uppsetingina. Undir hesum skal vera tekning við mátum, ið lýsir endaligu støddina, skapið og staðsetingina í mun til nærindis bygningar. Veitarin av skipanini sendir endaligu lýsingina til kommununa
  • Hitasavningarskipanin skal vera tøtt og hava ávaringarskipan, sum hevur eftirlit við trýstinum í skipanini. Harumframt skal hon hava ein alarm og eina tóleind (sjálvvirkandi avbrótara), sum sløkkir skipanina, um skipanin fer at leka
  • Tú skalt brúka eitt góðkent kølievni til at umføra hitan
  • Tú skalt syrgja fyri, at ein serkønur í jarðhitaskipanum eftirkannar skipanina í minsta lagi eina ferð um árið. Hetta er serliga fyri at tryggja, at ávaringarskipanin og avbrótarin rigga, og at skipanin er tøtt. Tú hevur skyldu til at varðveita úrslitið av árliga eftirlitinum í tíggju ár
  • Tú skalt tryggja, at skipanin er í so mikið góðum standi, at skipanin ikki er í vanda fyri at dálka jørð og vatn. Hetta merkir millum annað, at eingin tæring skal kunna síggjast á rørunum í skipanini
  • Fært tú illgruna um, at skipanin lekur, skalt tú beinanvegin boða kommununi frá og syrgja fyri at steðga lekanum, til dømis við at tøma skipanina. Hetta skalt tú gera við hjálp frá serkønum innan jarðhitaskipanir, til dømis veitaranum av tíni jarðhitaskipan
  • Tú mást bara burturbeina løgir frá skipanini eftir ráðum og tilsøgn frá kommununi
Soleiðis boðar tú frá, at arbeiðið er liðugt

Allar jarðhitaskipanir skulu fráboðast, tá tær eru settar upp. Veitarin skal senda váttan um uppsetingina umvegis teldupost til torshavn@torshavn.fo. Er talan um eina loddrætta skipan, skal brunnborarin útfylla endafráboðanina.

Soleiðis meldar tú jarðhitaskipanina frá

Fært tú brúk fyri at taka tína jarðhitaskipan endaliga úr nýtslu, skalt tú frámelda skipanina innan 30 dagar. Hetta gert tú við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Svartíðir og viðgerðarlongd

Tað kann taka upp í tvær vikur at avgreiða eitt jarðhitaloyvi. Grønar hitaloysnir eru tó eitt raðfest øki í Tórshavnar kommunu. Hetta merkir, at vit royna at at avgreiða slíkar umsóknir innan eina viku.

Tá tú sendir tína umsókn um uppseting av jarðhitaskipan, fær kommunan umsóknina. Kommunan viðger umsóknina og sendir hana til góðkenningar hjá Umhvørvisstovuni. Vit skriva loyvið út til tín, tá báðir myndugleikar hava góðkent tína umsókn.

Vit loyva jarðhitaskipanum við heimild í løgtingslóg nr. 82 frá 29. mai 2017 um el-riknar hitapumpuskipanir og við heimild í kunngerð nr. 101 frá 15. oktober 2012 um skipanir til upphiting við hitapumpum. Les lógirnar her:

Løgtingslóg um el-riknar hitapumpuskipanir (logir.fo)

Kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum (logir.fo)