Vit gera okkara besta fyri at røkja økini í kommununi, so býurin og náttúruøkini standa pen og nosslig. Kommunan er kortini stór, og tískil fáa vit kanska ikki alt við. Bert tú eyga við okkurt, sum tú heldur, at vit skulu taka okkum av, mást tú feign preia okkum, so vit kunnu taka hond um trupulleikan. Til dømis kann talan vera um rottur, óynsktan plantuvøkstur á kommunalum øki, rusk í áum ella hol í almennum vegi.
Lesa meira á okkara síðu um larm, royk og djór.