Lurta
Til lesiveik

Broytingar á tínum stykki

Ætlar tú tær at gera broytingar á tínum stykki, til dømis at útstykkja ella broyta atkomuveg ella marknaðarumskipan, skalt tú kunna teg um reglurnar áðrenn. Ofta er neyðugt at søkja um loyvi.

Á hesi síðuni finnur tú leiðreglur til tær vanligastu broytingarnar. Ivast tú, skalt tú seta teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina. Ivast tú í, hvørjar samtyktir og ásetingar eru galdandi á tínum stykki, kanst tú kunna teg nærri á síðuni »Tíni hús og títt stykki«.

Tíni hús og títt stykki



Broyting av atkomu til ognina
Hvussu søki eg um loyvi til nýggja atkomu til mína ogn?

Ætlar tú at gera nýggja atkomu til tína ogn, ella ynskir tú at broyta verandi atkomu, skal kommunan fyrst góðkenna tína ætlan. Hetta skulu vit uttan mun til, um tú býrt á privatari ella almennari gøtu.

Tú kanst søkja um loyvi í samband við byggimál ella skriva beinleiðis til Byggi- og umhvørvisdeildina á torshavn@torshavn.fo.

Minst til at leggja tekning við, sum lýsir staðseting og skapið á nýggju atkomuni.

Marknaðarumskipan og sundurbýti
Hvørji viðurskifti skal eg minnast til?

Ynskir tú at broyta markið á tínum grundstykki ella at býta ognina sundur, eru fleiri viðurskifti, sum kunnu hava ávirkan á, um mørkini kunnu flytast.

Umsókn um marknaðarumskipan ella sundurbýti skal sendast til Umhvørvisstovuna í telduposti til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir kommununi umsóknina til ummælis, áðrenn avgerð verður tikin.

Áðrenn tú fert víðari við ætlanini, eigur tú at kanna eftir, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri tína ogn og fyri tær ognir, sum verða partar av marknaðarumskipanini og sundurbýtinum. Niðanfyri standa ásetingar, sum kunnu hava týdning fyri, um ætlanin kann bera til.

Ásetingar í byggisamtyktini

Í almennu byggisamtyktini er kommunan býtt upp í ymiskar umráðispartar. Tryggja tær, at tær ognir, sum verða umfataðar av marknaðarbroytingini ella sundurbýtinum, allar liggja í sama umráðisparti, og at ásetingarnar fyri umráðispartin samsvara við tína ætlan.

Skriva bústaðin og húsanummarið í leititeigin niðanfyri fyri at finna almennu og møguligu serstøku byggisamtyktina.

 

Ásetingar um Vídd á grundstykkinum

Byggisamtyktin ásetur minstu vídd á grundstykkjum.

Ásetingar um Byggi- og nýtslustig

Byggisamtyktin ásetur mest loyvda byggi- og nýtslustig fyri tíni hús. Við eini marknaðarumskipan ella sundurbýti skalt tú tryggja tær, at tað, sum er bygt á ognini frammanundan, lýkur krøvini um byggi- og nýtslustig, eisini aftaná at marknaðarumskipanin ella sundurbýtið eru framd.


Ásetingar um Frástøðu til mark

Bygningskunngerðin og byggisamtyktin áseta minstu frástøðu til mark. Við eini marknaðarumskipan ella sundurbýti skalt tú tryggja tær, at tað, sum er bygt á ognini frammanundan, lýkur krøvini um frástøðu til mark, eisini aftaná at marknaðarumskipanin er framd.

Tú kanst leita byggisamtyktina fram í leititeiginum omanfyri. Bygningskunngerðina finnur tú her: 

Bygningskunngerðin (landsverk.fo) 

Ásetingar í Útstykkingarætlanum

Liggur títt grundstykki í einari góðkendari útstykkingarætlan, kann tað hava ávirkan á, um marknaðarumskipanin ella sundurbýtið kann bera til.

Ásetingar í Skeytinum

Á ognini kunnu byrður vera tinglisnar, sum áseta, hvussu grundstykkini skulu vera, og hvat økið kann nýtast til. Tinglisnar byrður kanst tú leita fram hjá Tinglýsingini á Umhvørvisstovuni. Ring á tel. 35 80 20 ella send ein teldupost til tinglysing@us.fo.

Onnur atlit

Eisini kunnu vera onnur atlit at taka, til dømis í samband við ognarviðurskifti, grannar, atkomu, umhvørvið, frástøðu til vegir, áir og annað.

Ivast tú í, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri títt grundstykki, kanst tú seta teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina í kommununi. Tú finnur sambandsupplýsingarnar niðast á hesi síðuni.

Útstykking
Hvørji viðurskifti skal eg minnast til?

Ynskir tú at gera eina útstykking, eru fleiri viðurskifti, sum kunnu hava ávirkan á tína ætlan. Ætlar tú at gera eina útstykking, skalt tú kanna fleiri ymisk viðurskifti, áðrenn tú fert í gongd.

Fyrsta treytin er, at tú eigur ognina, sum tú ætlar at útstykkja. Eigur tú ikki sjálv ognina, skalt tú vísa fram eina fulltrú frá eigaranum.

Gev gætur, at tað áliggur tær sum útstykkjara at fáa til vega allar upplýsingar viðvíkjandi útstykkingini. Hóast kommunan góðkennir eitt uppskot, kunnu viðurskifti koma fram seinni, sum kunnu føra til, at broytingar mugu gerast ella sum heilt forða fyri, at ein útstykking kann gerast. Hetta kann henda óansæð vegleiðandi aftursvarið, sum tú hevur fingið frammanundan.

Niðanfyri sært tú, hvussu mannagongdin kann vera, tá útstykkingar skulu gerast.

Møgulig mannagongd, tá vit gera útstykkingar
Forkanningar

Fyrst og fremst eigur tú at gera nakrar forkanningar fyri at vita, um tað ber til at gera eina útstykkingarætlan á staðnum.

Her kanst tú til dømis kanna:

  • Hvat sigur byggisamtyktin? Liggur økið í einum umráðisparti, sum er útlagdur til bygging?
  • Er nøkur útstykkingarætlan gjørd fyri umráðið?
  • Eru nakrar friðingar ella nakað varðveitingarvert á økinum?
  • Er nøktandi atkoma til økið?
  • Ber til at fáa kloakk og aðrar leiðingar til økið?
  • Eru onnur viðurskifti, sum bera við sær avmarkingar fyri økið?
  • Eru byrður tinglisnar á ognini? Hesar kanst tú leita fram hjá Tinglýsingini á Umhvørvisstovuni. Ring á tel. 34 24 00 ella send ein teldupost til tinglysing@us.fo

Bygningskunngerðin (landsverk.fo) 

Yvirlit yvir byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Kunngerð um gjøld eftir matrikkullógini (logir.fo)

Finn tær ein ráðgeva

Tá tú hevur gjørt omanfyrinevndu kanningar, eigur tú at finna tær ein ráðgeva, sum kann geva tær ráðgeving og uppskot til eina útstykkingarætlan.

Forfundur og uppskot til útstykkingarætlan

Áðrenn tú gert títt uppskot til útstykkingarætlan, er tað eitt gott hugskot at hava eina innleiðandi samrøðu við kommunala byggimyndugleikan. Í innleiðandi samrøðuni greiða vit karmarnar fyri útstykkingarætlanina og gera til dømis avtalur um tíðarætlanir.

Ein útstykkingarætlan skal við tekningum og frágreiðingum lýsa ætlanina, soleiðis at kommunan kann samtykkja ætlanina og gera eina serstaka byggisamtykt.

Uppskot til serstaka byggisamtykt verður gjørt

Tá ein útstykkingarætlan er gjørd, gera vit í kommununi eina serstaka byggisamtykt í samráð við útstykkjaran. Uppskotið til serstaka byggisamtykt skal góðkennast av býráðnum, liggja alment frammi til hoyringar í tríggjar vikur við kærufreist á seks vikur og síðani sendast Landsstýrinum til endaliga góðkenning.

Koma týðandi viðmerkingar inn í sambandi við hoyringina, skal málið viðgerast av nýggjum. Verða týðandi broytingar gjørdar, skal málið leggjast fram av nýggjum til hoyringar.

Útstykkingarætlanin verður gjørd

Tá útstykkingarætlanin er góðkend og serstaka byggisamtyktin endaliga samtykt, skalt tú lata kommununi eina fullfíggjaða myndugleikaverkætlan.

Ein myndugleikaverkætlan er umfatandi. Tískil er neyðugt, at tey, ið standa fyri verkætlanini, hava fullan kunnleika og førleika til at gera tekniskar verkætlanir innan verkfrøði, kloakk, vatn, el og annað. Tí er neyðugt, at tú hevur ein ráðgeva, sum kann samskipa alt hetta arbeiðið.

Meðan verkætlanin er í gongd, kanst tú hava fundir við kommununa fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum.

Tá tekniska verkætlanin er gjørd og góðkend av kommununi, verður endaliga útstykkingarloyvið givið, og tá kann arbeiðið byrja.

Meðan arbeiðið fer fram

Í útstykkingarloyvinum eru møgulig krøv tilskilað, millum annað um, nær kommunan skal sýna útstykkingina.

Tá útstykkingin er liðug

Tá útstykkingin er liðug, skal tú sum útstykkjari venda tær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa matrikkuleringina framda.

Tá matrikkuleringin er framd, útstykkingin er avhendað og váttan fyriliggur, kunnu vit geva byggiloyvi til tey hús, sum skulu byggjast.

Gev gætur, at tað áliggur tær sum útstykkjara at fáa til vega allar upplýsingar viðvíkjandi útstykkingini. Hóast kommunan góðkennir eitt uppskot, kunnu viðurskifti stinga seg upp seinni, sum kunnu føra til, at broytingar mugu gerast ella sum heilt forða fyri, at ein útstykking kann gerast, hóast vegleiðandi aftursvarið, sum tú hevur fingið frammanundan.

Byggi- og umhvørvisdeildin
Byggi- og umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggi- og umhvørvisdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15