Lurta
Til lesiveik

Drekkivatnsstøðan í løtuni

Á hesari síðuni sært tú, tá ið drekkivatnið er dálkað ella onnur brek eru er á vatnveitingini í Tórshavnar kommunu.

Seinast dagført 16. apríl 2021


Støðan í løtuni
Eingir trupulleikar

Vit vita ikki um trupulleikar við vatnveitingini í løtuni.

Loystir trupulleikar og brek

13. apríl 2021

Vit stongdu fyri vatninum í Nólsoy týsdagin 13. apríl 2021 frá kl. 14-14.30. Hetta gjørdu vit í sambandi við at vit kalibreraðu display til UV-sensor. Arbeiðið er nú av og vatnið rennur sum vanligt.

26. mars 2021

Vit umvældu ein leka og stongdu tí fyri vatninum á Írarók og Hjaltarók fríggjadagin 26. mars frá kl. 10-12. Trupulleikin er nú loystur.

 

22. mars 2021

Vatnleki var í gongubreytini á Gripsvegnum, og tískil noyddust vit at minka um vatntrýstið á Egholmstrøð, Fjósagøtu, Sornhúsgøtu og á Gripsvegnum ímillum R.C. Effersøesgøtu og Traðarveg, mánadagin 22. mars. Lekin er nú funnin og vatntrýstið vanligt aftur. 


11. mars 2021

Vit skrúvaðu fyri vatninum í Birnugøtu, Gæsugøtu og á Sundsvegnum frá Mylnuni oman til rennibreytina 11. mars frá kl 13-15. Trupulleikin er nú loystur.


10. mars 2021

Mikumorgun 10. mars fluttu vit ein brandpost á Argjum og tí skrúvaðu vit fyri vatninum á Reynsgøtu 27-49 og Reynsgøtu 2-14 frá kl. 10-12.