Lurta
Til lesiveik

Eigari av húsi og grundstykki í kommununi

Á hesi síðuni hava vit savnað leinkjur til ymiska kunning, sum vit vóna, at tú fært nyttu av sum hús- og jarðareigari í Tórshavnar kommunu. Tú kanst millum annað lesa um garðskyldu, kavarudding og reglurnar í sambandi við nýtslu av kommunalum økjum. Tú kanst eisini leita fram ásetingar og upplýsingar um títt grundstykki.

 

Faldarar

 

Síður á torshavn.fo

 

Hvat er galdandi á mínum stykki?

Her kanst tú leita fram upplýsingar og ásetingar, sum eru galdandi fyri títt stykki. Tú kanst millum annað finna upplýsingar um almennu og serstøku byggisamtyktirnar, hitaætlanina, kloakkviðurskifti, parkeringsmøguleikar og annað.

Gev gætur, at um sertøk byggisamtykt finst fyri øki, er hon galdandi fram um almennu byggisamtyktina.

 

Tinglisnar byrður

Vilt tú vita, hvørjar byrður eru tinglisnar á tínum grundstykki, kanst tú venda tær til Tinglýsingina á Umhvørvisstovuni. Her kanst tú biðja um avrit av byrðunum. Tú kanst annaðhvørt ringja á tel. 34 24 00 ella senda eina skrivliga umbøn umvegis teldupost til tinglysing@us.fo.

Hevur tú bara tørv á einum yvirliti yvir ognarviðurskifti, lán, byrður ella tílíkt, kanst tú biðja Tinglýsingina um eina tingbókaváttan.



Byggi- og umhvørvisdeildin
Byggi- og umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggi- og umhvørvisdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15