Lurta

Eigari av húsi og grundstykki í kommununi

Á hesi síðuni hava vit savnað leinkjur til ymiska kunning, sum vit vóna, at tú fært nyttu av sum hús- og jarðareigari í Tórshavnar kommunu. Tú kanst millum annað lesa um garðskyldu, kavarudding og reglurnar í sambandi við nýtslu av kommunalum økjum. Tú kanst eisini leita fram ásetingar og upplýsingar um títt grundstykki.

Faldarar

Síður á torshavn.fo

Hvat er galdandi á mínum stykki?

Her kanst tú leita fram upplýsingar og ásetingar, sum eru galdandi fyri títt stykki. Tú kanst millum annað finna upplýsingar um almennu og serstøku byggisamtyktirnar, kloakkviðurskifti, parkeringsmøguleikar, ruskinnsavnan og annað.

Gev gætur, at um serstøk byggisamtykt finst fyri økið, er hon galdandi fram um almennu byggisamtyktina.

Tinglisnar byrður

Vilt tú vita, hvørjar byrður eru tinglisnar á tínum grundstykki, kanst tú kanna tað í tinglýsingarskipanini hjá Umhvørvisstovuni. Her kanst tú eisini sjálv útvega tær avrit av byrðunum ella eina tingbókaváttan.

Á síðuni hjá tinglýsingarskipanini finnur tú eisini eina vegleiðing til, hvussu tú ritar inn í skipanina. Í summum førum krevst, at tú ritar inn við Samleikanum. Trýstir tú á spjaldrið »Vegleiðing« ovast á síðuni, sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)



Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15