Grundeigarar fram við privatum felagsvegum og gøtum skulu, afturat gongubreytini og trappusteininum, rudda kava av koyribreytini og salta, soleiðis at bilførarar og súkklarar kunnu ferðast eftir vegnum.
Sum eigari av privatum vegi hevur tú sostatt skyldu til at halda allan vegateinin reinan, meðan eigararar framvið almennum vegi hava skyldu til at reinhalda gongubreytina, vegjaðaran og koyribreytina framman fyri sína ogn út til miðjuna á koyribreytini.
Ivast tú í, um tú býrt fram við privatum felagsvegi ella almennum vegi, kanst tú ringja til Umhvørvisstovuna á tel. 34 24 00 ella senda ein teldupost til us@us.fo.
Ynskir tú, at kommunan skal yvirtaka viðlíkahaldið av vegnum, kanst tú søkja um, at kommununan yvirtekur vegin. Kunna teg nærri her:
Yvirtøka av privatum vegi