Lurta

Kloakk og rottangatøming

Eru tíni kloakkrør tipt, ella vilt tú vita, nær vit tøma rottangan? Her kanst tú lesa um, nær vit tøma rottangan, og hvar tú kanst venda tær, um kloakkrørini eru tipt.



Rottangatøming og tipt kloakkrør
Rottangatøming

Býrt tú í Tórshavnar kommunu, ert tú fevnd av kommunalu tømingarskipanini. Hetta merkir, at vit tøma rottangan, reinsiverk og annað eina ferð um árið.

Vit senda tær eina fráboðan umleið tvær vikur áðrenn tømingina. Í fráboðanini boða vit tær frá, nær vit tøma tangan.

Rúmdin á einum vanligum húsarhaldstanga skal vera í minsta lagi tveir rúmmetrar sambært leiðbeiningini hjá Umhvørvisstovuni og ásetingunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hetta svarar til, at fimm fólk eru í húsinum.

Er tín tangi minni enn tveir rúmmetrar, kunnu vit gera av, at tangin skal tømast oftari.

Tú kanst lesa nærri um treytir og skyldur í reglugerðini um rottangatøming niðanfyri. Hevur tú spurningar um rottangatømingina, kanst tú ringja til Kommunalu Brennistøðina á tel. 30 20 40.

Reglugerð um rottangatøming

Tipt kloakkrør

Eru tíni kloakkrør tipt í vanligari arbeiðstíð, kanst tú ringja til Brennistøðina á tel. 30 20 40. Uttan fyri vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja til Tórshavnar Sløkkilið á tel. 30 21 00.

Kostnaðirnir fyri kloakktænastuna eru ymiskir fyri privat húsarhald og vinnuligt virksemi.

PRIVAT HÚSARHALD

  • Í vanligari arbeiðstíð er tímaprísurin 750 kr. íroknað MVG
  • Uttan fyri vanliga arbeiðstíð er tímaprísurin 1000 kr. íroknað MVG

ALMENT OG VINNULIGT VIRKSEMI

  • Í vanligari arbeiðstíð er tímaprísurin 800 kr. uttan MVG
  • Uttan fyri vanliga arbeiðstíð er tímaprísurin 1000 kr. uttan MVG