Lurta

Sóping av skorsteini

Í Føroyum eru ongar reglur fyri sóping av skorsteinum. Ein skorsteinur, sum er tiptur, ella sum sjáldan verður sópaður, kann tó vera vandamikil og føra til bæði eitran og eldsbruna.

Sum húsaeigari hevur tú sjálv ábyrgdina av, at viðurskiftini kring skorsteinin eru trygg. Hetta kanst tú tryggja tær við at venda tær til serkønan handverkara, sum kann reinsa og hava eftirlit við skorsteininum.

Av heilsu- og trygdarávum mæla vit til, at tú fært ein privatan veitara at sópa skorsteinin í minsta lagi eina ferð um árið.