Lurta
Til lesiveik

Byggisamtyktir

Kommunan hevur ábyrgdina av allari býar- og lendisskipan í Tórshavnar kommunu. Fyri at býarmenningin kann fara fram á tryggan hátt, nýtir kommunan almennu og serstøku byggisamtyktirnar til at ansa eftir lendinum í kommununi. Á hesari síðuni finnur tú almennu og serstøku byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu. Her sært tú, hvussu ein byggisamtykt verður gjørd ella broytt.



Almenna byggisamtyktin og serstakar byggisamtyktir
Finn tína byggisamtykt

Her kanst tú leita fram serstøku byggisamtyktina, sum er galdandi á tínari grund. Skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin.

Er eingin serstøk byggisamtykt galdandi í tínum øki, skalt tú leita tær kunning í galdandi almennu byggisamtyktini. Hana finnur tú við at skriva bústað og húsanummar í leititeigin niðanfyri.

Hvat er ein almenn byggisamtykt og ein serstøk byggisamtykt?

Tórshavnar kommuna nýtir almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktirnar til at gera neyvari ásetingar um bygging í allari kommununi; eisini ásetingar fyri fríøki. Ein byggisamtykt greiðir sostatt frá, hvørjar reglur eru fyri til dømis bygging, innrætting og nýtslu í einum ávísum øki.

Løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir ásetir øllum kommunum í landinum at hava byggisamtyktir fyri lendi í kommununi. Tórshavnar kommuna fekk í 1972 fyrstu almennu byggisamtyktina, sum síðan er endurskoðað í fleiri umførum; seinast í 2020/21.

Tú finnur eitt yvirlit yvir byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu í sjálvgreiðsluni ovast á hesi síðuni. Tú kanst eisini fylgja leinkjunum niðanfyri.

Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir (logir.fo)

Tá ein byggisamtykt skal gerast ella broytast

Tá ein byggisamtykt fyri eitt øki skal gerast ella broytast, setur kommunan eina tilgongd í verk. Tilgongdin kann býtast sundur í fleiri partar, sum saman geva eitt yvirlit yvir viðgerðargongdina.

Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir øll liðini, sum viðgerðin fer ígjøgnum; frá ætlan til endaliga byggisamtykt.

Fleiri viðurskifti kunnu ávirka tilgongdina og tíðarkarmin fyri viðgerð, sum til dømis loyvir og friðingar. Tí er ymiskt, hvussu leingi vit eru um at gera ella broyta eina byggisamtykt, bæði tá talan er um ta almennu byggisamtyktina og tær serstøku byggisamtyktirnar.

Vegleiðandi tíðarkarmurin er 6-12 mánaðir.

Les meira um mannagongdirnar og skyldurnar í løgtingslógini um býarskipanir og byggisamtykir.

Løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir (logir.fo)

Hvussu verður ein byggisamtykt gjørd og samtykt?
Umsóknin verður viðgjørd

Kommunan fær ein fyrispurning ella eina umsókn og viðger síðan sambært galdandi reglum, ætlanum v.m.. Síðan tekur kommunan støðu til, um byggisamtyktin skal gerast ella broytast.

Tilfar verður savnað

Ger kommunan av, at ein byggisamtykt skal gerast ella broytast, fer kommunan undir at savna saman tilfar um ætlanina, soleiðis at eitt uppskot kann gerast.

Uppskotið til byggisamtykt verður gjørt

Kommunala umsitingin ger uppskot til byggisamtykt, sum verður viðgjørt innanhýsis á viðkomandi deildum í kommununi.

Uppskotið fer til politiska viðgerð

Uppskotið fer til politiska viðgerð í:

  • Byggi- og býarskipanarnevndini
  • Øðrum nevndum
  • Býráðnum
  • Viðkomandi myndugleikum
Almenn hoyring

Uppskotið verður lagt fram til alment eftirlit á einum atkomuligum staði fyri borgarar og liggur frammi í seks vikur. Kommunan kunnar almenningin um, at byggisamtyktin er løgd fram til alment eftirlit.

Almenningurin hevur seks vikur til at koma við broytingaruppskotum ella mótmælum.

Kommunan tekur støðu til broytingaruppskot

Kommunan tekur støðu til møgulig broytingaruppskot og mótmæli.

Viðgerð í Landsstýrinum

Tá uppskotið hevur verið til hoyringar, og kommunan hevur viðgjørt broytingaruppskotini, sendir kommunan uppskotið til Føroya Landsstýri. 

Endalig góðkenning

Landsstýrið viðger málið og letur kommununi sína avgerð.

Almannakunngerð

Kommunan almannakunnger góðkendu byggisamtyktina.