Søk um jólatræ til grannalagið
Her kanst tú søkja um jólatræ til títt grannalag. Tú fært eina kvittan fyri móttøku til teldupostadressuna, tú upplýsir niðanfyri. Vit viðgera tína umbøn skjótast gjørlig.
Freistin at bíleggja grannalagnum jólatræ er 20. november 2022. Verður umsóknin játtað, veita vit jólatræ við fóti á avtalaðu staðsetingina.
Gev gætur, at tað áliggur eigarafelagnum og grannalagnum at:
- tryggja, at ynskta staðsetingin av trænum er á almennari ogn ella á ogn hjá eigarafelagnum. Er talan um aðra staðseting, skalt tú viðfesta váttan frá eigaranum í umsóknini niðanfyri
- festa jólatræið, so tað heldur til føroyska veðurlagið
- ljósseta ella pynta træið
- rudda ljós og pynt av trænum, áðrenn træið verður tikið niður aftur