Lurta

Vegir og ferðsla


Boða frá breki á gøtu- ella ferðsluljósi

Kommunan hevur ábyrgd av øllum gøtu- og ferðsluljósunum á almennu kommunalu vegunum. Varnast tú brek á gøtuljósi ella ferðsluljósi í Tórshavnar kommunu, vilja vit vegin frætta frá tær. Kommunan rættar brek í vanligari arbeiðstíð.

Hesum kanst tú boða frá í talgildu fráboðanarskipan okkara.

Boða frá breki á gøtu- ella ferðsluljósi

Boða frá skaða á vegi, gøtu ella gongubreyt

Bert tú eyga við skaða á almennum vegi, gøtu ella gongubreyt, vilja vit fegin hoyra frá tær. Til dømis kann tað snúgva seg um hol í asfalti, brotnar flísar ella kantsteinar á gongubreyt ella skaðar á vegbrunnum.

Eisini vilja vit fegin frætta frá tær, um tú bert eyga við vantandi skelting. Hetta kann til dømis vera grevstrararbeiði uttan skelting og avmarking.

Boða frá skaða á vegi og gøtum

Boða frá vantandi skelting

Hvussu søki eg um ólavsøkuloyvi?

Tú skalt søkja um loyvi frá kommununi, um tú ætlar tær at nýta kommunalar vegir, torg og øki til tiltøk, sølu ella útiborðreiðing. Skalt tú hava ólavsøkuloyvi, kanst tú kunna teg nærri á síðu okkara um ólavsøkuloyvi.

Somuleiðis skalt tú søkja um loyvi, um tú ætlar tær at leggja ella seta lutir frá tær á almennum øki.

Søk um Ólavsøkuloyvi

Søk um loyvi til at nýta almennan veg

Søk um loyvi til tiltak

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Teknisku deild

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15