Lurta
Til lesiveik

Klaga um bussleiðina

Fyri at okkara veitari kann gera nakað við klaguna, skalt tú minnast til at greiða nærri frá í tínari klagu. Tú skalt minnast til at viðmerkja:

  • Hvørja leið, talan var um (til dømis leið 1)
  • Hvønn veg, leiðin koyrdi (til dømis leið 1 móti Steinatúni)
  • Klokkutíðina (til dømis kl. 8:10)
  • Dagfesting (til dømis 20.08.2020)
  • Hvat klagan snýr seg um (til dømis, at bussurin fór ov tíðliga frá steðgiplássinum)

Kommunan skrásetur allar klagur og hevur eftirlit við, at klagurnar verða viðgjørdar.

Um tú vilt hava svar á tína klagu, skalt tú minnast til at upplýsa títt navn og telefonnummar í teldupostinum.

Persónsupplýsingar
Greið frá hendingini
Váttan