Lurta

Parkering

Í Tórshavnar kommunu er bara loyvt at parkera sambært skeltingini og kunngerðini hjá Tórshavnar kommunu og sambært ásetingunum í ferðslulógini. Hetta er bæði galdandi í og uttan fyri býarøkinum.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar parkeringsplássini eru í kommununi. Trýstir tú á eitt parkeringsøki, sært tú, hvørjar tíðaravmarkingarnar eru á staðnum.


Vís kort í fullari stødd



Sekt
Parkeringsbót

Fýra parkeringsansarar hava eftirlit við parkeringini. Parkerar tú ólógligt, fært tú bót á 200 krónur.

Kæra um parkeringsbót
Kæra um parkeringsbót

Heldur tú, at tú av órøttum hevur fingið bót fyri ólógliga parkering, kanst tú senda Fútaskrivstovuni eina kæru.


FØROYA LANDFÚTI

Postboks 3018
110 Tórshavn

politi@politi.fo

Tel. 35 14 48


Skrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl. 10 – 15.

Bakgrundskunning

Parkeringskunngerðin

Tú kanst kunna teg nærri um parkeringsreglurnar í galdandi kunngerðini um parkering í Tórshavnar kommunu:

Kunngerð um parkering í Tórshavnar kommunu

Ferðslulógin

Tú kanst kunna teg nærri um ferðslureglurnar í ferðslulógini, sum tú finnur her:

Ferðslulógin (logir.fo)

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15