Lurta
Til lesiveik

Serflutningsloyvi

Hevur tú fyri neyðini at nýta vegakervið til serliga stóran ella tungan flutning ella at flyta serliga stórt akfar, so sum flytikrana ella bingjutrukk, skalt tú søkja um serflutningsloyvi.

Ásetingarnar um mest loyvdu breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum finnur tú í Dimensiónskunngerðini. Fer akfarið um mark, mást tú útvega tær eitt serflutningsloyvi.

Fyri at fáa serflutningsloyvi, skalt tú útfylla umsóknarblaðið um flutningsloyvi, sum tú finnur á heimasíðuni hjá løgregluni. Løgreglan letur flutningsloyvið í samráð við kommununa.

Er talan um ferðslu eftir kommunalum vegi, sendir løgreglan Tórshavnar kommunu umsóknina til góðkenningar. Játtar kommunan, at loyvið kann latast, senda vit váttan aftur til løgregluna.

Fáa vit ikki latið loyvið sambært umsóknini, kunnu vit annaðhvørt vísa til aðra farleið ella seta aðrar treytir til flutningin soleiðis, at flutningurin verður til so lítlan ampa fyri ferðsluna og vegakervið, sum til ber.

Tað er umráðandi, at tú søkir um loyvi í góðari tíð, tí fleiri myndugleikar skulu spyrjast.

Dimensiónskunngerðin um breidd, longd, hædd v.m. (politi.fo)

Umsókn um flutningsloyvi (politi.fo)

Kunngerð um serflutning (logir.fo)

Ferðslulógin (logir.fo)



Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15