Lurta
Til lesiveik

Søk um parkeringsloyvi

Býrt tú innan fyri parkeringsøkið í Tórshavnar miðbýi, og hevur tú hvørki møguleika fyri at parkera ella gera egið parkeringspláss á bústaðnum, kanst tú søkja kommununa um eitt parkeringsloyvi. Minst til at kunna teg nærri um treytirnar niðanfyri, áðrenn tú søkir.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um parkeringsloyvi á Vanganum. Minst til at hava møguliga váttan frá eigara av bústaðnum klára.

Søk um parkeringsloyvi á vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Reglugerð fyri parkeringsloyvi

Fá Samleikan (samleikin.fo)



Parkeringsloyvi
Treytir fyri at søkja parkeringsloyvi

Sum privatpersónur kanst tú søkja um loyvi, um tú býrt innan fyri parkeringsøkini í miðbýnum og ikki hevur møguleika fyri at parkera ella gera egið parkeringspláss á bústaðnum.

Parkeringsøkini eru merkt við reyðum á kortinum niðanfyri.

Fyri at fáa loyvi, skal bilurin vera skrásettur á tínum bústaði og í tínum navni.

Hvør bústaður kann í mesta lagi fáa eitt parkeringsloyvi.

Eigur tú ikki bústaðin, skalt tú útvega tær eina váttan frá eigaranum av bústaðnum um, at tú kanst søkja um loyvið. Minst til at viðfesta váttanina, tá tú søkir um loyvi á Vanganum.

Kunna teg nærri um reglugerðina fyri parkeringsloyvi.

Reglugerð fyri parkeringsloyvi

Hvussu søki eg um parkeringsloyvi?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um parkeringsloyvi á Vanganum. Minst til at hava møguliga váttan frá eigara av bústaðnum og akfarsskrásetingarskjalið klárt.

Søk um parkeringsloyvi á vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fá Samleikan (samleikin.fo)

Hvat kostar eitt parkeringsloyvi?

Eitt parkeringsloyvi kostar 780 kr. um árið ella 65 kr. um mánaðin.  

Loyvið er galdandi frá 1. januar til 31. desember.

Gev gætur, at peningurin verður ikki afturrindaður, um tú ikki nýtir loyvið, til dømis um tú selur bilin ella flytur til ein bústað uttan fyri parkeringsøkið.

Hvar eru parkeringsloyvi galdandi?

Tú kanst kanna um tú hevur møguleika fyri at søkja um parkeringsloyvi við at skriva tín bústað í leititeigin niðanfyri. Hevur tú møguleika fyri at søkja um parkeringsloyvi, sært tú í PDF-skjølunum, hvørji parkeringspláss tú kanst nýta.

Parkeringsloyvið kann nýtast í tínum nærumhvørvi á flest øllum parkeringsplássum, sum hava parkeringsavmarking á tveir tímar, átta tímar ella óavmarkaða tíð.

Parkeringspláss, har parkeringsloyvini ikki eru galdandi, eru frámerkt »Parkeringsloyvi ikki galdandi«.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at skriva »Umsókn um parkeringsloyvi« í evnisteigin.

Umsókn um parkeringsloyvi

Reglur

Reglugerð fyri parkeringsloyvi

Vilt tú vita meiri um treytirnar fyri at fáa parkeringsloyvi, kanst tú lesa reglugerðina her:

Reglugerð fyri parkeringsloyvi (PDF)

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15