Til lesiveik
- Forsíða
- /
- Býur og ferðsla
- /
- Vegir og ferðsla
Vatn á vegnum
Er vatn á vegi ella á lendisgøtu, kanst tú boða okkum frá umvegis okkara talgildu fráboðanarskipan.
Gev gætur, at ábyrgdin kann liggja annaðhvørt hjá kommununi ella Landsverki. Tað veldst um, hvørt talan er um kommunalan veg ella um landsveg. Ivast tú, kanst tú ringja til kommununa á tel. 30 20 10.
Hevur tú illgruna um vatnleiðingsbrot, til dømis at vatnið setur upp úr asfaltinum, skalt tú boða Sløkkiliðnum frá, er tað uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Ring til Snartænastuna hjá Tórshavnar Sløkkiliði á tel. 31 81 80. Í vanligari arbeiðstíð skalt tú nýta fráboðanarknøttin omanfyri.