Lurta
Til lesiveik

Yvirtøka av privatum vegi

Eigur tú privatan veg í Tórshavnar kommunu, kanst tú søkja um, at kommunan skal yvirtaka vegin og harvið umsitingina av vegnum.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um yvirtøkuna á Vanganum.

SØK UM YVIRTØKU AV PRIVATUM VEGI Á VANGANUM

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarblaðið, sum tú finnur niðanfyri, og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um yvirtøku av privatum vegi« í evnisteigin.

Fleiri vegir í Tórshavnar kommunu eru privatir. Grundeigarar, ið eiga privatan veg ella partar av vegi, hava skyldu til at halda vegin reinan sambært politiviðtøkuni fyri Tórshavnar kommunu, grein 46, stykki 5.

Politiviðtøkan fyri Tórshavn (logir.fo)

Fá Samleikan (samleikin.fo)



Treytir fyri yvirtøku
Treytir fyri yvirtøku

Fyri at kommunan kann yvirtaka ein privatan veg, skulu allar installatiónir vera í góðkendum standi. Vegurin skal til dømis vera asfalteraður, kloakkin skal vera í ordan, burturbeiningin av yvirflátuvatni skal rigga og skaðar skulu ikki vera á streyminnleggingum og øðrum á vegnum.

Eigur tú veg ella part av vegi – kanna tað á korti
Eigur tú veg ella part av vegi

Ivast tú í, um tú eigur veg ella part av vegi, kanst tú ringja til Umhvørvisstovuna og spyrja. Ring á tel. 34 24 00 ella skriva til us@us.fo.

Tú kanst kunna teg nærri um tínar skyldur sum vegaeigari í politiviðtøkuni fyri Tórshavn.

Politiviðtøkan fyri Tórshavn

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur
Um tú ikki fært brúkt talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarblaðið, sum tú finnur niðanfyri, og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um yvirtøku av privatum vegi« í evnisteigin.

Umsókn um yvirtøku av privatum vegi

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15