Lurta

Dagstovnur


Vilt tú á standmyndaveiðu við børnunum?

Standmyndaveiða er ein faldari við seks hugnaligum og mennandi túrum runt í Havnini, har børn og vaksin kunnu forvitnast um ymisku standmyndirnar og byggilistina í Havnini.  Les ella tak faldaran niður her:

Standmyndaveiða – 6 túrar runt í Havnini

Stevnumið og námsætlanarfrymil fyri dagstovnaøkið

Vilt tú vita, hvussu dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu arbeiða, kanst tú kunna teg nærri í námsætlanarfrymlinum, sum varð settur í gildi fyri Tórshavnar kommunu í apríl 2019.

Stevnumið og námsætlanarfrymil fyri dagstovnaøkið 2019

Barna- og ungdómspolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Vilt tú vita, hvat kommunan vil við sínum yngstu og ungu borgarum, hvat vit leggja dent á og hvørji átøk vit seta í verk, kanst tú leita tær nærri kunning í barna- og ungdómspolitikkinum, sum tú finnur her:

Barna- og ungdómspolitikkur í Tórshavnar kommunu 

Barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho 2024
Dagstovnur
Barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho 2024

Westward Ho bjóðar í mai 2024 forskúlabørnum og eldri barnagarðsbørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei. Les um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar bólkin til eina vitjan.

ForeldraGluggin
Dagstovnur
ForeldraGluggin

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu. Tænastan fevnir um kommunalu dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15