Lurta
Til lesiveik

Børn við serligum avbjóðingum

Øll børn eru fevnd av dagstovnatilboðunum hjá Tórshavnar kommunu; eisini børn við serligum tørvi og avbjóðingum. Tískil skalt tú skriva títt barn upp til eitt dagstovnapláss eftir vanligum leisti, hóast títt barn hevur serligar avbjóðingar. Kortini er umráðandi, at tú gert dagstovnin varugan við tær avbjóðingar, barnið hevur.

Hevur títt barn tørv á eyka stimbran, ella hevur barnið aðrar avbjóðingar í styttri ella longri tíð, ber til at fyriskipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovninum, ið taka hædd fyri avbjóðingunum hjá barninum.

Barna- og ungdómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu veitir ráð og vegleiðing og játtar í serstøkum førum eyka starvsfólkatímar til stovuna hjá barninum í eina tíð. Hevur títt barn tørv á einari serstakari fyriskipan, skalt tú venda tær til stovnsleiðaran, sum síðan vendir sær til námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Barna- og ungdómsdeildini.



Serstovur
Serstovur

Til ber at søkja um pláss í kommunalari serstovu, um so er, at vanliga kommunala dagstovnatilboðið ikki er nøktandi fyri títt barn. Á serstovunum eru færri børn, og karmarnir eru skipaðir við atliti at serliga tørvinum. Starvsfólkini á serstovunum arbeiða miðvíst við millum annað samskifti, sosialisering og mál- og rørslumenning.

Í Tórshavnar kommunu eru fýra serstovur:

BÓLIÐ

Bólið er partur av Dagstovninum í Øksnagerði og hevur pláss fyri seks børnum við kontakt- og samskiftistrupulleikum.

 

SÓLJAN

Sóljan er partur av Dagstovninum við Landavegin og hevur pláss fyri seks børnum við immunverjusjúkum og tílíkum.

 

FRÆLSIÐ 30

Frælsið 30 er partur av Frítíðarskúlanum á Fløtum og er frítíðarskúli til børn við autismu, sum ganga í 1. og 2. flokki í Skúlanum á Trøðni.

 

Serstovan í Frítíðarskúlanum í Hoyvík

Frítíðarskúlin í Hoyvík hevur eina sereind til børn, sum ganga í serflokki í 1. og 2. flokki í Hoyvíkar skúla.

Meta stovnsleiðarin og tú, at vanliga kommunala dagstovnatilboðið ikki er nøktandi fyri títt barn, kanst tú seta teg í samband við Barna- og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu. Tú finnur sambandsupplýsingarnar hjá Barna- og ungdómsdeildini niðast á hesi síðuni.

Ivast tú í, hvør tørvurin hjá tínum barni er, kanst tú ráðføra teg við starvsfólkini á stovninum. Tú kanst eisini ráðføra teg við kommunulæknan og Sernám.

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving til foreldur og dagstovnar. Sernámsfrøðilig ráðgeving kann vera neyðug, um barnið til dømis hevur trupult við at læra ella skilja mál, ella um barnið hevur trupult við at nýta kroppin.

SERNÁM

Frælsið 32
110 Tórshavn

sernam@sernam.fo
Heimasíðan hjá Sernámi (sernam.fo)


Finn tín kommunulækna her:

Finn kommunulækna

Almannaverkið
Almannaverkið

Um kommunalu tilboðini ikki nøkta tørvin hjá tínum barni, kanst tú søkja Almannaverkið um eitt ansingartilboð. Almannaverkið veitir eisini hjálp, tá børn vegna aldur ikki eru fevnd av kommunalu tilboðunum longur.

 

ALMANNAVERKIÐ

Staravegur 18
110 Tórshavn

Tel. 36 00 00
av@av.fo

Heimasíðan hjá Almannaverkinum (av.fo)