Hevur tú fleiri børn á stovni, rindar tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar einki foreldur meira enn tað, sum eitt vøggustovupláss kostar.
Fyri at kunna roknast sum systkin, skulu børn annaðhvørt vera:
- Lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá pápanum ella hjá mammuni, sum hevur foreldramyndugleikan
- Ættleidd systkin, sum hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum
Fyri at fáa systkinafrádrátt skal barnið harafturat búgva í Torshavnar kommunu.
Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin á tí bústaðnum, barnið er skrásett á í fólkayvirlitinum. Tað vil siga, at systkinafrádrátturin fellur til tann, sum sambært fólkayvirlitinum hevur barnið búgvandi. Hetta uttan mun til, um barnið býr líka nógv hjá báðum foreldrum.
Reglurnar fevna um børn, ið ganga á dagstovnum.
Kunna teg nærri um reglurnar í dagstovnalógini niðanfyri.
Dagstovnalógin (logir.fo)