Býlingshúsið undir Brúnni

Smærugøta 9b
100 Tórshavn
Tel. 51 04 90
u-brunni@torshavn.fo

Dagstovnaleiðari: Eyð Skúvadal
Tel. 51 04 90
eydsku@torshavn.fo

Lurta

Býlingshúsið undir Brúnni

Býlingshúsið undir Brúnni liggur í Smærugøtu í Tórshavn. Stovnurin hevur útsýni yvir ein stóran part av Havnini og yvir Nólsoyarfjørð. Vit liggja í einum friðarligum øki og hava stutta leið út í náttúruna, har bæði Svartifossur og Hoyvíkshagin eru lætt atkomuligir til gongu.

Uttanfyri hava vit ein stóran garð við vallalendi, eina á, bálpláss, trý spælihús og ein skóg. Fjølbroytti garðurin gevur børnunum nógvar og góðar avbjóðingar, og vit trívast sera væl uttanfyri. Vit brúka garðin nógv og eru úti næstan hvønn dag í árinum.

Stovnurin hevur fýra stovur; tvær vøggustovur uppiá og tvær barnagarðsstovur niðriundir. Allar stovurnar hava atgongd til felagskøkin, sum gevur okkum møguleikan at skapa eitt tætt samanhald millum stovurnar.

Á stovninum ganga 27 vøggustovubørn og 40 barnagarðsbørn. Her arbeiða 17 starvsfólk. Millum hesi eru bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.



Um Býlingshúsið undir Brúnni
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Eyð Skúvdal
Tel. 31 91 80 / 51 04 90
eydsku@torshavn.fo


Børkustova
(vøggustova 0-3 ár)

Tel. 21 91 94


Brobberstova (vøggustova 0-3 ár)

Tel. 21 91 85


Sóljustova
(barnagarður 3-7 ár)

Tel. 21 91 87

Smærustova (barnagarður 3-7 ár)

Tel. 21 91 86

Afturlatingardagar í 2022
  • Allar vanligar halgidagar og serstakar merkisdagar – stovnurin stongdur
  • Skírhósdag til 2. páskadag 14. – 18. apríl – stovnurin stongdur
  • Flaggdagin 25. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag 13. mai – stovnurin stongdur
  • Kristi himmalsferðardag 26. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni ­– stovnurin stongdur frá kl. 12
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøkuaftan 28. juli – stovnurin opin til kl. 12
  • Ólavsøkudag 29. juli – stovnurin stongdur
  • Jólafrítíð 24. desember 2022 – 1. januar 2023 – stovnurin stongdur
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

Summarfrítíð 2022: 1. juni 2022

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðarskeiðum

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.

Ring til Eyð Skúvadal á tel. 51 04 90 ella send ein teldupost til eydsku@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Barnið skal hava sunnan og góðan matpakka við hvønn dag. Vit geva børnunum mjólk aftur við matpakkanum og bjóða vatn allan dagin.

Sum stovnur leggja vit okkum eftir at fylgja teimum átta kostráðunum um at eta sunnan og mettandi kost.

Til millummála hava vit ofta bakstur úr grovum mjøli, grønmeti, frukt og ymiskar súpanir. Vit brúka minst møguligt av sukri.


FØÐINGARDAGAR

Tá barnið hevur føðingardag, kann tað bjóða okkurt á stovninum. Vit viðmæla, at tit velja eitt av hesum:

  • Bollar og kakao
  • Frukt
  • Ís
  • Døgurða
Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstahjálparskeiðum til okkara starvsfólk. Seinasta skeiðið var í oktober 2018.

Vit skipa eisini javnan fyri brandskeiði og brandvenjing á stovninum. Seinasta skeiðið var í februar 2019.

Foreldraráð

Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Námsfrøðiliga arbeiðið

TRIVNAÐUR

Málið hjá okkum er at skapa ein gerandisdag í tøttum og góðum sambondum, har øll børn, foreldur og starvsfólk trívast, og huglagið er gott. Vit leggja stóran dent á tryggleika og umsorgan í okkara dagliga arbeiði.

Fyri okkum merkir trivnaður, at vit saman skapa eitt stað, har:

  • Vit eru blíð og møta øllum við einum smíli
  • Vit eru nærverandi
  • Børn og vaksin kenna seg væl í húsinum
  • Vit viðurkenna og stimbra ymiskleikarnar
  • Vit geva okkum stundir at síggja hvønn annan og vera saman
  • Vit hava ein góðan og stuttligan dag saman


SPÆL

Spæl er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum. Tí er námsfrøðiliga uppgávan, at vit hvønn dag skapa karmar fyri góðum og mennandi spæli fyri øll børn, bæði inni og úti.

Á stovunum leggja vit okkum eftir at skapa eitt livandi umhvørvi út frá tørvinum á stovuni og hjá tí einstaka barninum. Við íblástri úr kreativum háttum at skapa spælandi økir skapa vit fleiri rúm í rúminum, soleiðis at børnini fáa møguleika at brúka sítt hugflog. Soleiðis kunnu tey undrast og mennast í góðum samspæli við onnur.

Fyri okkum merkir hetta, at:

  • Vit gera ymiskar spælikrókar, sum til dømis sjúkrahús, pitsakøk, handil ella bilverkstað
  • Vit byggja og skapa
  • Vit spæla borðspøl
  • Vit klippa og klistra og eru kreativ
  • Vit lesa søgur og syngja

ÚTILÍV OG ÚTISPØL

Vit leggja stóran dent á, at børnini eru úti hvønn dag, so tey fáa fríska luft og sleppa at røra seg. Vit hava ein góðan og stóran garð við vallalendi, einari á, spælihúsum og einum skógi, har børnini hava góðar møguleikar fyri at menna spæl, rørslur og menna áhuga fyri náttúruvísindi.

Fyri okkum merkja útispøl, at:

  • Vit lakka paradís, hoppa band og lastikk
  • Vit spæla spøl, sum til dømis "Blikka", "Her komi eg", "Melda kríggj" og "Kludrimamma"
  • Vit spæla bóltspøl
  • Vit klatra
  • Vit spæla við vatn, sand og mold
  • Vit súkkla

Børnini fara javnan á túrar, sum eru ein natúrligur partur av stovnslívinum. Her uppliva tey nógv ymiskt. Til dømis fanga tey kombikk og onnur smákykt, hoyra fuglaljóð og klatra í trøum.

Tá vit skipa fyri túrum, fara vit til dømis:

  • Niðan í ánna
  • Til Svartafoss
  • Á Skansan
  • Í viðarlundina
  • Í fjøruna
  • Niðan í hagan
  • At vitja aðrar stovnar

Vit hava ymiskt skipað virksemi gjøgnum árið, sum til dømis verkstøð tvørtur um stovurnar, ið eru tengd at árstíðini ella ávísum evnum. Tit kunnu lesa meira í okkara virkisætlan niðanfyri.

Virkisætlanin undir Brúnni

Soleiðis arbeiða vit

YVIRSKIPAÐ

Málið hjá okkum er at skapa ein gerandisdag, har øll børn, foreldur og starvsfólk trívast og mennast. Vit stremba fyri at skapa eitt gott umhvørvi og leggja dent á tryggleika og umsorgan fyri ymiskleikunum hjá einstaka barninum.

Vit leggja okkum eftir at skapa eitt stað, har børnini brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspælinum við onnur hvønn dag.

Spæl er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum, og tey mennast nógv í spælinum. Tí skapa vit hvønn dag karmar fyri góðum og mennandi spæli fyri øll børnini, bæði inni og úti.

Vit leggja stóran dent á, at børnini eru úti hvønn dag.

MÓTTØKA

Tað kann vera ein stór broyting hjá bæði børnum og foreldrum, tá barnið byrjar á stovni. Tí er umráðandi, at barnið fær eina góða og bleyta byrjan á stovninum. Fyri barnið er alt nýtt og ókunnugt.

Fyrst og fremst er týdningarmikið, at tit sum foreldur hava álit á okkum. Tá barnið merkir, at tit hava álit á okkum, ber betur til hjá barninum at "sleppa" tykkum.

Vit vita av royndum, at tað er lættari hjá barninum at trívast, um tað fær eina bleyta byrjan. Barnið skal tí so líðandi byrja at vitja okkum nakrar ferðir, áðrenn tað byrjar á stovninum. Fyrstu dagarnir hjá barninum skulu vera stuttir. Tað hevur stóran týdning, at starvsfólk og foreldur tosa saman um, hvussu gongur hjá barninum.

Vit vita, at tað er ikki lætt at fara frá einum grátandi barni. Tit eru altíð vælkomin at ringja og hoyra, hvussu barnið hevur tað. Starvsfólkini eru altíð til reiðar at tosa við tykkum um barnið.

Vit bjóða tykkum til eina samrøðu, tá tit byrja, og tit eru altíð vælkomin til eitt prát um tykkara barn.

Tit kunnu lesa meira í vælkomufaldara okkara.

Vælkomin til Býlingshúsið undir Brúnni

TILTØK

Vit hava ymisk tiltøk gjøgnum árið:

  • Á føstulávint sláa vit tunnu, eta døgurða og hava foreldrakaffi seinnapartin
  • Vit tosa um fuglar; nær teir koma og fara og annað
  • Vit halda grækarismessu, flaggdag og aðrar merkisdagar
  • Á páskum hava vit páskaverkstað, gera ymiskt kreativt og rulla páskaregg
  • Í apríl og mai planta vit í køkshavanum og prýða um uttandura
  • Í mai hava vit garðdag saman við foreldrum, har dagurin endar við einum góðum bita
  • Í oktober er heystarverkstaður, har vit gera ymiskt kreativt
  • Í oktober fletta vit, taka upp avroð og eta blóðpylsu
  • Fyrsta vikuskiftið í desember hava vit jólahald, fáa vitjan av jólamanninum og ganga Lusia fyri foreldrunum
  • Miðskeiðis í desember fara vit til barnagudstænastu í Hoyvíkar kirkju, áðrenn vit fara í jólafrí


FORELDRASAMSTARV

Vit leggja dent á at hava eitt gott og opið samstarv og samskifti millum starvsfólk og foreldur.

Um foreldrini ikki trívast her á stovninum av onkrari orsøk, kann tað vera trupult hjá barninum at trívast. Barnið verður trygt, tá foreldur benda á, at her er gott at vera. Tað ynskja vit. Tí er av alstórum týdningi, at vit hava eitt opið og ærligt samskifti, og at vit tosa opið og ærligt saman fyri at loysa møguligar trupulleikar.

Fyri okkum merkir trivnaður, at vit saman skapa eitt stað, har:

  • Børn og vaksin kenna seg væl í húsinum, og vit viðurkenna og virða ymiskleikar
  • Vit stuðla og menna børn og vaksin og geva okkum stundir
  • Vit síggja hvønn annan og eru saman
  • Vit hava ein deiligan og stuttligan dag saman
Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast 17 starvsfólk. Millum hesi eru bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.

TEMA - ForeldraGluggin

Dagligt samskifti
Heimasíða

Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin og dagliga samskiftið á heimasíðu okkara.

Heimasíðan hjá Býlingshúsinum undir Brúnni

Boðtalva og dagbók

Stovurnar samskifta dagliga við foreldur og avvarðandi um, hvussu barnið trívist, og hvørjum børnini eru upptikin av í dagliga spælinum. Stovurnar skriva á talvuna uttan fyri stovuna, hvat vit hava upplivað ígjøgnum dagin.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Býlingshúsið undir Brúnni hevur pláss fyri 27 vøggustovubørnum og 40 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um pláss á dagstovni

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss