MÓTTØKA
Fyri at dagurin skal hava eina góða byrjan, er týdningarmikið, at foreldrini geva sær góðar stundir at koma við børnunum um morgunin. Tað hevur týdning, at bæði børn og foreldur kenna seg trygg. Umráðandi er at siga farvæl, so barnið veit, at tit fara. Tað gevur barninum tryggleika.
Vit hava samling hvønn morgun kl. 9.45 og vilja fegin, at barnið kemur í seinasta lagi kl. 9.30. Ber hetta ikki til, mugu tit boða okkum frá.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Aftur at dagstovnalógini arbeiða vit við hesum endamálum:
- Vit skapa rúm og tíð, soleiðis at barnið kann mennast
- Tey vaksnu vísa virðing fyri teimum kenslum, barnið hevur
- Vit eru til reiðar at stuðla barninum á tí støði, tað er á
- Vit vísa tolsemi og hava álit á hvørjum øðrum
- Barnið lærir at hvíla í sær sjálvum, at vera seg sjálvt og at velja
- Vit tosa við børnini um, hvussu tey hava tað
- Øll duga okkurt væl
- Vit hjálpa hvørjum øðrum
- Vit tosa siðiligt okkara millum og um onnur
- Vit arga IKKI
- Vit taka væl ímóti nýggjum børnum og foreldrum
- Vit ynskja gott samstarv millum starvsfólk og foreldur
ÍTRIV
Vit hava ymisk ítriv hvønn fyrrapart. Vit mála, klippa, ganga túr, perla og annað. Vit arbeiða eisini við ymiskum evnum. Tey eru til dømis páskir, føstulávint og jól. Hvønn fríggjadag fara vit í FIMI fyri millum annað at menna rørslurnar hjá børnunum.
TILTØK
Hesi eru afturvendandi tiltøk á stovninum:
- 2. september hevur stovnurin føðingardag
- Foreldrakaffi er tvær ella tríggjar ferðir um árið
- Jólahugni og jólahald er í desember mánað
- Felags foreldrafundur er um heystið
- Foreldraviðtalur eru um várið
- Vit hava ein ommu- og abbadag
- Vit hava ein garðdag
FORELDRASAMSTARV
Vit geva okkum stundir at práta, tá foreldrini koma við barninum. Aftur at dagligum samskifti og foreldrakaffi eru onnur tiltøk við høvi at hitta foreldrini.
Eina ferð um árið hava vit felags foreldrafund. Hetta er vanliga um heystið. Tá taka vit ymisk evni upp, sum hava við barna-, foreldra- og stovnslívið at gera. Tá fáa foreldur eisini at vita, hvat gongur fyri seg á stovuni hjá tykkara barni. Á felags foreldrafundinum skipa vit saman eitt foreldraráð. Uppgávan hjá foreldraráðnum er at bøta um og styrkja samstarvið millum foreldrini, stovnin og kommununa.
Foreldraviðtala er hvørt ár. Tá bjóða vit foreldrunum til persónliga viðtalu við starvsfólkini á stovuni hjá tykkara barni. Vit práta um, hvussu gongur hjá barninum sum heild.
Foreldur við tørvi á eyka viðtalu eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Sjálvi loyva vit okkum eisini at biðja um fund, um tað gerst neyðugt.