Øksnagerði 1
100 Tórshavn
Tel. 30 22 60
torunnd@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari: Tórunn Dánjalsdóttir
Tel. 28 53 25
torunnd@torshavn.fo
Eind A
Øksnagerði 1
100 Tórshavn
Tel. 30 22 60
torunnd@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari: Tórunn Dánjalsdóttir
Tel. 28 53 25
torunnd@torshavn.fo
Eind A
Dagstovnurin í Øksnagerði lat upp 3. september 2001. Stovnurin er í nátturuvøkrum umhvørvi úti á Fløtum í Havn. Á stovninum eru sera góðar umstøður bæði inni og úti.
Á stovninum eru fýra stovur. Tippið er vøggustova til børn millum 0-3 ár. Fjósið og Lonin eru barnagarðsstovur til børn millum 3-7 ár. Vit hava eisini serstovuna Bólið til børn, ið eru 4-7 ára gomul.
Stovurnar á stovninum eru rúmligar og góðar til dagliga virksemið. Vit hava eisini eitt stórt felagsrúm, sum eitur Rættin, og sum allar stovurnar eru felags um. Har eru góðar umstøður hjá børnunum til rørslu og spæl. Harafturat hava vit ein stóran og góðan verkstað.
Kring stovnin er stórur og góður garður. Vit hava eitt náttúruspælipláss við óteljandi møguleikum hjá børnunum at spæla og royna seg kropsliga. Góðir møguleikar eru at klintra og ganga í ósløttum lendi. Eisini eru góðar umstøður at reiggja, súkkla, spæla við sand, og at spæla við vatn og svansa. Vit hava eisini ein fótbóltsvøll.
Dagstovnurin í Øksnagerði er ein fjølbroyttur dagstovnur við plássi fyri ymiskleika. Í løtuni ganga 66 børn hjá okkum, og her starvast 26 starvsfólk. Millum hesi eru sjey námsfrøðingar, ein lærari, ein námsfrøðiligur atstøðingur og 17 hjálparfólk.
Starvsfólkatoymið leggur dent á relatiónsarbeiði. Vit geva børnunum fjølbroyttar upplivingar við tryggleika og umsorgan sum grundarlag fyri at skapa bestu menningarfortreytir fyri einstaka barnið í gerandisdegnum.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Dagstovnaleiðari
Tórunn Dánjalsdóttir
Tel. 28 53 25
torunnd@torshavn.fo
Tippið (vøggustova)
Tel. 25 08 64
Fjósið (barnagarður)
Tel. 25 08 62
Lonin (barnagarður)
Tel. 25 08 61
Bólið (serstova)
Tel. 25 08 68
SAMANLAGT VIRKSEMI
Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.
Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.
FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:
Summarfrítíð 2022: 1. juni 2022
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:
Tit eru altíð hjartaliga vælkomin at vitja okkum. Tit kunnu seta tykkum í samband við Tórunn á tel. 28 53 25 ella senda ein teldupost til torunnd@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Tit eru eisini vælkomin at vitja heimasíðu okkara.
Børnini skulu hava sunnan og góðan matpakka við hvønn dag, um vit ikki hava avtalað annað.
Stovnurin bjóðar øllum børnunum mjólk og heilsugóðan millummála dagliga. Vit kunnu til dømis bjóða frukt, rísgreyt, jogurt, bollar, breyð, pylsubreyð ella suppu.
Er onkur serligur dagur á stovninum, bjóðar stovnurin døgurða. Javnan gera stovurnar eisini døgurða ella hava kalt borð. Tá kunna vit tykkum um hetta á boðtalvuni úti í gongini á hvørjari stovu.
Sum stovnur leggja vit dent á, at børnini fáa sunnan og heilsugóðan mat. Kortini eru undantøk, til dømis, tá stovnurin hevur føðingardag, á jólum og á føstulávint.
Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til starvsfólk okkara. Seinasta skeiðið var í september 2018.
Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.
Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
MÓTTØKA
Vit lata upp og steingja í Rættini, sum er okkara felagsrúm. Vit leggja dent á at at taka væl ímóti hvørjum einstøkum barni hvønn morgun. Vit nevna barnið við navni og biðja góðan morgun, so barnið kennir seg sætt. Eisini er umráðandi fyri okkum, at foreldur kenna á sær, at hetta er eitt gott og trygt stað hjá barninum at vera. Somuleiðis er umráðandi fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga barninum farvæl.
Dagliga virksemið á stovninum byrjar kl. 9.30, men tit eru vælkomin at koma seinni við tykkara barni, um tit vilja. Hetta krevur kortini, at tit ringja á stovuna og gera avtalu við starvsfólkini.
Sama ger seg galdandi, tá tit koma eftir barninum. Tá leggja vit dent á at takka barninum fyri dagin og siga, at vit gleða okkum at síggjast aftur í morgin. Tað er týdningarmikið, at foreldrini siga okkum frá, at tey eru komin eftir barninum.
Sig okkum endiliga frá, um onkur annar enn foreldrini kemur eftir barninum.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Vit leggja stóran dent á relatiónsarbeiði. Tað snýr seg millum annað um at skapa góð sambond millum bæði børn og vaksin. Vit geva børnunum umsorgan, so tey kenna seg trygg hjá okkum, tí vit halda, at tryggleiki er grundarlagið undir allari menning. Vit vilja geva børnunum fjølbroyttar upplivingar fyri at skapa bestu fortreytirnar fyri menning í gerandisdegnum.
Fyri at varðveita og styrkja sjálvsvirðið hjá barninum, arbeiða vit við viðurkennandi námsfrøði. Vit síggja og hoyra einstaka barnið og geva tí hóskandi avbjóðingar. Vit hugsa um heildarmenning við støði í tí umhvørvinum, barnið er í. Á tann hátt virka vit fyri, at vit fáa sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn, sum kunnu taka lut í sosialum felagsskapum og liva lívið í eini fjøltáttaðari og broytiligari verð.
SERSTOVAN BÓLIÐ
Vit eru ein fjølbroyttur dagstovnur við plássi fyri ymiskleika. Vit hava serstovuna Bólið, ið er ein stova fyri børn við samskiftis- og sambandsavbjóðingum; sum oftast á autismuspektrinum. Virksemið á stovuni tekur støði í autismunámsfrøði. Gerandisdagurin verður skipaður eftir tørvinum hjá einstaka barninum. Bólið er við til at geva okkum stórt innlit í autismunámsfrøði og tey námsfrøðiligu amboðini, sum vit arbeiða við. Arbeiðið í Bólinum er sera skipað við nógvum rutinum. Vit nýta dagsskema við Boardmaker til at gera dagin skilligan hjá hvørjum einstøkum barni.
Talan er um eina stovu, sum er partur av dagliga dagstovnavirkseminum. Kortini er hetta í mun til, hvat tað einstaka barnið megnar. Bólið er somuleiðis við til at geva børnunum, sum ganga har, eitt minni og meira friðarligt umhvørvi á einum dagstovni við færri børnum og fleiri starvsfólkum.
AMBOÐ
Sum námsfrøðiligt amboð nýta vit eisini Tekn til Talu, tá okkurt av børnunum nýtir tað sum samskiftishátt. Alt starvsfólkatoymið fær við jøvnum millumbili undirvísing í Tekn til Talu. Soleiðis kunnu vit vera eitt fet frammanfyri og møta børnunum á teirra menningarstigi. Hetta er ein natúrligur samskiftisháttur millum øll børn, vaksin og foreldur á stovninum.
Starvsfólkini leggja dent á at hava gott arbeiðsumhvørvi, og at vit øll hava tað gott og stuttligt saman. Vit vilja hava eitt gott og mennandi samband við foreldur, umframt eitt samstarv, ið byggir á nakað jaligt og stuðlandi fyri at skapa mennandi og tryggar karmar fyri øll.
ÍTRIV
Á stovninum er stórur og góður verkstaður, sum eitt starvsfólk er knýtt at. Vit ynskja at menna skapanarevnini hjá børnunum. Vit hava fýra evnisvikur um árið, og tá skipa allar fýra stovurnar á stovninum hvør sítt ítriv.
Á stovninum leggja vit eisini stóran dent á felagssangløtur í felagsrúminum Rættini. Tá syngja vit millum annað gamlar føroyskar sangir og rørslusangir. Vit meta sangløturnar vera eitt týðandi námsfrøðiligt amboð til at stimbra málið hjá børnunum.
Ein fyrrapart og ein seinnapart um vikuna skiftast stovurnar at nýta felagsrúmið Rættina til ymiskt virksemi fyri at menna børnini rørsluliga. Tá gera vit til dømis rørslubreytir ella klatra. Eisini er týdningarmikið at menna tað fría spælið hjá barninum.
SEKS ÁRA TILBOÐ
Vit hava eitt skúlabólkatilboð til tey seks ára gomlu á stovninum. Tá hava tey ábyrgdarkenslu, gerast meira sjálvstøðug og vilja hjálpa teimum yngru. Vit hava ymiskt serligt virksemi til teirra og fyrireika tey til nýggju avbjóðingarnar fyri framman. Vit svimja eina ferð um vikuna, ganga longri túrar, vitja arbeiðspláss, arbeiða við skúlauppgávum og hugna okkum við søgulesnaði.
TILTØK
Á stovninum hava vit ymiskar fastar siðir gjøgnum árið:
Vit halda tað hava týdning at hava slíkar siðir, so ymisk tiltøk ganga aftur, sum børnini kenna og kunnu gleða seg til.
FORELDRASAMSTARV
Gott og virðiligt samskifti hevur stóran týdning fyri foreldrasamstarvið. Hetta skapar mennandi og tryggar karmar fyri øll.
Fyri okkum er týdningarmikið at hava hava dagligt samskifti við foreldrini um teirra barn. Foreldrini eru eisini altíð vælkomin at venda sær til okkum við ivamálum ella spurningum.
Vit geva javnan foreldrunum kunning og skriv um, hvat hendir á stovninum umvegis teldupost. Eisini hava vit eina heimasíðu við kunning.
Eina ferð um árið hava vit foreldrasamrøður. Tá tosa vit um tað einstaka barnið. Vit hava byrjunarsamrøðu umleið tríggjar mánaðir eftir, at barnið er byrjað í vøggustovu og eisini, tá barnið er byrjað í barnagarði. Annars hava vit samrøður eftir tørvi.
Á stovninum starvast sjey námsfrøðingar, ein lærari, ein námsfrøðiligur atstøðingur og 17 hjálparfólk.
Trý av okkara starvsfólkum eru motorikkatstøðingar. Eitt starvsfólk er útbúgvið innan Intensive Interaction, og eitt starvsfólk er útbúgvin autismuserfrøðingur. Tvey starvsfólk eru eisini í ferð við at útbúgva seg í ICDP (relatiónsførleikum).
Vit leggja stóran dent á at dagføra og menna vitanina hjá starvsfólkinum við skeiðum og øðrum.
ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.
Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:
Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
Tín persónligi gluggi
ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.
Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.
Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum
Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.
Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:
Her skalt tú:
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.
SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.
Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. trýst á »Frí og frítíð«
4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni
So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.
Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin á heimasíðu okkara. Heimasíðan hjá Dagstovninum í Øksnagerði
Á heimasíðuni er kunning um okkum og okkara virksemi.
Vit leggja eisini myndir út av ymiskum virksemi í húsinum.
Dagliga samskiftið við foreldrini um barnið er umráðandi.
Í gongini á hvørjari stovu er ein boðtalva. Vit heita á foreldrini um at kanna talvuna hvønn dag. Á boðtalvuna skriva vit týdningarmikla kunning, millum annað boð um útferðir, kalt borð, føðingardagar og tílíkt.
Vit greiða eisini frá tí, sum børnini hava gjørt gjøgnum dagin. Vit heita á foreldrini um at lesa tað, sum stendur har og tosa við barnið um tað. Hetta kann hava stóran týdning fyri barnið, kann stimbrar málmenningina og styrkja sambandið millum heim og stovn.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin í Øksnagerði hevur pláss fyri 13 vøggustovubørnum og 40 barnagarðsbørnum. Vit hava eisini eina serstovu, ið hevur pláss fyri millum fimm og sjey børnum.
Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.
Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.
Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: