Dagstovnurin Lítliskógur

Djóna í Geil gøta 51
100 Tórshavn
Tel. 30 23 70
litliskogur@torshavn.fo

Dagstovnaleiðari: Annika Østerø
Tel. 30 23 70
annikaos@torshavn.fo

Lurta

Dagstovnurin Lítliskógur

Lítliskógur er staðsettur við ein blindan veg í Eysturbýnum í Havn, beint niðan fyri Eysturvøll og nær við Eysturskúlan. Í nærmasta umhvørvi eru fjøran yviri við Strond, Boðanes, Hoyvíkstjørn og Skansin. Eisini er stutt oman í býin á Býarbókasavnið, í Grasagarð og til aðrar hentleikar. Allar hesar hentleikar brúka vit nógv.

Í Lítlaskógi er pláss fyri umleið 100 børnum. Vit hava tvær vøggustovur við 12 børnum í hvørjari. Vit hava tríggjar barnagarðsstovur við umleið 18 børnum í hvørjari stovu. Síðan hava vit eina stovu til tey seks ára gomlu børnini. Barnatalið í stovuni til tey seks ára gomlu er eitt sindur skiftandi og liggur um 16-22 børn. Í Lítlaskógi starvast 25 starvsfólk. Av hesum eru í løtuni 13 námsfrøðingar og 12 hjálparfólk.



Um Dagstovnin Lítliskógur
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Annika Østerø
Tel. 30 23 70
annikaos@torshavn.fo

Vættralund uttara (barnagarður)

Tel. 78 70 61

Vættralund innara (barnagarður)

Tel. 78 70 62

Eikilund uttara (vøggustova)

Tel. 78 70 63

Eikilund innara (vøggustova)

Tel. 78 70 64

Álvalund (barnagarður)

Tel. 78 70 65

Seks-ára stovan (barnagarður)

Tel. 78 70 67

Afturlatingardagar í 2022
  • Allar vanligar halgidagar og serstakar merkisdagar – stovnurin stongdur
  • Skírhósdag til 2. páskadag 14. – 18. apríl – stovnurin stongdur
  • Flaggdagin 25. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag 13. mai – stovnurin stongdur
  • Kristi himmalsferðardag 26. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni ­– stovnurin stongdur frá kl. 12
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøkuaftan 28. juli – stovnurin opin til kl. 12
  • Ólavsøkudag 29. juli – stovnurin stongdur
  • Jólafrítíð 24. desember 2022 – 1. januar 2023 – stovnurin stongdur
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

Summarfrítíð 2022: 1. juni 2022

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðarskeiðum

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.

Ring til leiðaran á tel. 30 23 70 ella send ein teldupost til annikaos@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Børnini skulu hava ein góðan matpakka við hvønn dag. Hann verður etin á middegi.

Fyrrapart eta børnini frukt. Hvørt barn hevur tríggjar fruktir við um vikuna.

Seinnapart eta vit millummála, sum stovnurin veitir. Eisini bjóða vit børnunum mjólk hvønn dag.

Av og á gera vit døgurða á stovninum. Tá biðja vit foreldur gjalda 20 kr. fyri døgurðan. Vit lýsa vanliga væl við hesum frammanundan.

Stovurnar skipa viðhvørt sjálvar fyri onkrum øðrvísi tiltaki í staðin fyri matpakka. Hetta kann til dømis vera kalt borð. Tá taka børnini øll okkurt við í part, til dømis eitt slag av viðskera.

Í Lítlaskógi hava vit valt at ikki hava nakran ávísan matpolitikk. Vit eggja til, at børnini eta heilsugóðan mat, sum mettar og stuðlar undir trivnað. Vit royna at bjóða heilsugóðan millummála. Av og á bjóða vit okkurt søtt til millummála, sum vaflur ella pannukøkur. Kortini er hetta heldur undantakið enn reglan. Vanligur millummáli kann vera bollar, knekkbreyð, greytur, súpan ella grønmeti.

Tá børn fylla, kunnu tey bjóða stovuni okkurt. Summi bjóða heitan døgurða, onnur okkurt til millummála, til dømis frukt, ís, køku ella annað.

Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til starvsfólk okkara. Seinasta skeiðið var í mars 2019.

Foreldraráð

Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

MÓTTØKA

Tá børnini koma á stovn um morgunin, leggja vit okkum eftir at møtast, smílast og siga góðan morgun. Hava tit okkurt upp á hjarta, er rúm fyri at fáa orðið á eitt starvsfólk.

Tað er umráðandi, at starvsfólkini vita av, at barnið er komið. Vit leggja eisini dent á, at foreldur siga greitt farvæl við barnið.

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

Í Lítlaskógi leggja vit stóran dent á spæl. Børn mennast og læra gjøgnum spæl. Tí skulu tey hava pláss og frið til at fáa hugflogið í gongd og spæla.

Leikluturin hjá teimum vaksnu er at eygleiða og stuðla spælinum og at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar, sum kunnu kveikja forvitnið og skapa nýggj spøl. Í spælinum læra børnini serliga nógv um samstarv, sosialt samspæl, at samráðast og mekla. Tey læra um mørk hjá sær sjálvum og øðrum, um samkenslu og samanhald. Hetta eru grundarsteinarnir í lívinum, sum allur annar lærdómur byggist á.

Í Lítlaskógi hava vit eitt motto: "Fáar, men greiðar reglur". Vit taka støði í einstaka barninum og í barnabólkinum. Útgangsstøðið er, at "alt er loyvt", men sjálvandi við skynsemi.

Tað kann vísa seg, at onkur ikki megnar ov stórt frælsi, ella at ov vítt er til veggja, tí rúm skal vera fyri ymiskleika. Í tílíkum føri hava tey vaksnu ábyrgdina av at skerma ella verja barnið, so tað fær teir karmar, tað hevur tørv á fyri at trívast og mennast sum best. Soleiðis trúgva vit, at hugflogið hevur bestu kor at vaksa og blóma, og at hvørt barn, við sínum serligu fortreytum, fær bestu kor.

Ein av týdningarmestu uppgávunum hjá okkum er at stuðla kensluligu menningini hjá børnunum. Tey vaksnu í Lítlaskógi eru viðleikarar hjá børnunum. Vit fylgja spælinum hjá børnunum og eggja og stuðla. Vit eru jaliga forvitin um stigini, sum børnini taka, og vit fylgja teimum. Vit velja altíð at síggja tær góðu ætlaninar hjá børnunum og hvørjum øðrum. Tí soleiðis verður betri rúm fyri øllum.

Vøggustovubørn og barnagarðsbørn hava ymiskan tørv. Fyri minstu børnini kann verðin skjótt virka ov stór og ræðandi. Tí bjóða vit vøggustovubørnunum eitt mennandi umhvørvi við enn meira fokus á tryggleika og nærveru.

Tey yngstu børnini sova úti í vogni hvønn dag. Tey sleppa at sova, til tey vakna av sær sjálvum. Tá børnini fara í barnagarð, eru summi, sum framvegis hava tørv á at fáa ein blund seinnapartin. Tað sleppa tey so leingi, tey hava tann tørvin. Góður svøvnur er avgerandi fyri, at børn trívast og mennast.

ÍTRIV

Vit hava ítrivsrúmið Íblástur, har børnini sleppa at royna seg saman við vaksnum. Vit leggja stóran dent á motoriska menning. Í dagsins samfelag fáa børn ikki eins nógva motoriska stimbran, sum undanfarnu ættarliðini. Tí mugu vit bjóða motoriskar menningarmøguleikar í umhvørvinum hjá børnunum, soleiðis at tað verður spennandi at søkja hesa stimbran.

Á stovninum hava vit ríkar møguleikar til hetta, bæði inni og úti. Náttúruumhvørvið kring okkum bjóðar nógvar ymiskar rørslumøguleikar. Inni hava vit amboð til at klintra, spæla, rokast á madrassum og mangt annað. Aftur at hesum leiga vit høllina FIMI hvønn týsdag.

Allar stovur hava ymisk kreativ ítriv at bjóða børnunum. Vit hava perlur, pappír, litir, saksar, klistriband, modellervoks og mangt annað. Børnini hava rættiliga fría atgongd til allar leikur og allar aktivitetirnar á stovuni. Hetta er nevniliga fyri, at børnini sjálvi kunnu brúka hugflogið og finna uppá, hvussu tey vilja spæla.

Eisini syngja vit nógv. Sangur er á skránni hvønn dag á øllum stovum. Fríggjadag hava vit eina serliga felags sangløtu, har øll eru við.

TILTØK

Av tiltøkum hava vit millum annað:

  • Jólafest
  • Ommu- og abbadag
  • Foreldrakaffi
  • Sól & summardag
  • Føðingardag hjá stovninum
  • Temadagar- ella vikur av ymsum slag
  • Kvøldsetu, sum foreldraráðið skipar fyri

FORELDRASAMSTARV

Vit bjóða til felags foreldrafundir á heysti og skipa eisini fyri árligum foreldraviðtalum. Annars hava vit viðtalur og prát eftir tørvi.

Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast 25 starvsfólk. Vit eru 13 námsfrøðingar og 12 hjálparfólk.

Eisini hava vit eitt køksfólk, sum er hjá okkum tveir til tríggjar dagar um vikuna og ger millummála.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.

TEMA - ForeldraGluggin

Dagligt samskifti
Boðtalva

Í gongini uttan fyri stovurnar í Lítlaskógi hongur ein talva. Har skriva vit boð og kunning til foreldur. Annars leggja vit dent á at tosa saman andlit til andlits, tá foreldur koma á stovnin.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Dagstovnurin Lítliskógur hevur pláss fyri 24 vøggustovubørnum og 75 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um pláss á dagstovni

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss