Dagstovnurin við Velbastaðvegin

Velbastaðvegur 39-41
100 Tórshavn
Tel. 30 21 80 / 22 45 35
bgvelb@torshavn.fo  

Dagstovnaleiðari: Mona R. Mohr
Tel. 22 45 35
monam@torshavn.fo

Lurta
Til lesiveik

Dagstovnurin við Velbastaðvegin

Dagstovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum við Velbastaðvegin og blindgøtuna í Vika. Hagar ber til at fara við børnunum at geva seyði og dunnum. Busssambandið er gott, og næsti grannin er kirkjugarðurin. Har dámar teimum smáu sera væl at vera, tí har er einki, sum órógvar.

Skjótt er at ganga oman í Sandagerð ella út á Argir fram við Sandá, soleiðis at vit sleppa undan ov nógvari ferðslu. Lítla brúgvin yvir um ánna ger tað sera høgligt at ganga túrar við smáum børnum. Her ber eisini til at steðga á og spæla, blaka steinar, heinta blómur, renna og tílíkt.

Økið rundan um stovnin er gott og stórt, og vit leggja stóran dent á at lata børnini vera so nógv úti sum gjørligt hvønn dag. Tað er týdningarmikið og gott fyri heilsuna, at børnini røra seg nógv.

Spæliplássið gevur børnunum nógvar møguleikar at mennast, soleiðis at tey sjálvi kunnu fáa egnar royndir og vitan. Her kunnu tey til dømis menna rørslur, styrkja vøddar og beinagrind, føla veðrið, sand, vatn, steinar og mold. Tey kunnu leita eftir plantum og djórum, hitta onnur børn og fáa góð sambond.

Børn skulu spæla nógv, tí tað er í spælinum, at tey mennast og læra at hugsa kreativt og abstrakt. Dagstovnurin hevur ein sera góðan garð við reiggjum, reiðri at liggja í, bilum, súkklum, vølli, trappum, spæliborg, sandøki og stórum, grønum øki. Eisini kunnu børnini súkkla í ovara parti av garðinum.

Tá veðrið er gott, eta vit uttanfyri. Hjá okkum er spælið ein natúrligur og týðandi partur av gerandisdegnum. Skipaða virksemið á stovninum er sostatt bert ein lítil partur av tí, sum barnið upplivir hvønn dag. Vit fara eisini túrar fyri at uppliva náttúruna og læra um umhvørvið.

Túrar og ítriv eru tengd at aldrinum og tørvinum hjá einstaka barninum. Vit bólka ofta børnini eftir aldri og áhuga, soleiðis at tey fáa sum mest burturúr.

Í stóra, ljósa felagsrúminum, Góðustovu, hava vit javnan felags tiltøk. Vit hava til dømis sangløtur, spæla og íðka ítrótt. Vit leggja stóran dent á, at børnini fáa rørsluligar avbjóðingar, bæði inni og úti. Børn brúka kroppin til sera nógv, til dømis at spæla og samskifta. Í gongini í vøggustovuni og barnagarðinum eru fleiri rørsluligar avbjóðingar til børnini, og tað sæst, at teimum dámar væl at spæla har. Í Góðustovu eru nógv amboð, ið virka til at stimbra børnini rørsluliga, millum annað heingikoyggjur, rimar, ringar, madrassur og bóltar.

Stovnurin hevur tríggjar eindir. Eina vøggustovu við fýra stovum, ein barnagarð við trimum stovum og eina stovu í erva til tey seks ára gomlu børnini.

Á Dagstovninum við Velbastaðvegnum ganga umleið 116 børn, og í løtuni starvast 30 starvsfólk á stovninum. Her starvast 12 námsfrøðingar, 16 hjálparfólk, køksfólk og leiðsla.



Um Dagstovnin við Velbastaðvegin
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Mona R. Mohr
Tel. 22 45 35
monam@torshavn.fo

 

Reyðastova (vøggustova)

Tel. 29 21 83

 

Bláastova (vøggustova)

Tel. 29 21 84

 

Grønastova (vøggustova)

Tel. 29 21 85

 

Gulastova (vøggustova)

Tel. 29 21 86

 

Uppistova (seks ára stova)

Tel. 29 21 81

 

Uttarastova (barnagarður)

Tel. 29 21 87

 

Miðstova (barnagarður)

Tel. 29 21 88

 

Innistova (barnagarður)

Tel. 29 21 89

Afturlatingardagar í 2021
  • Allar vanligar halgidagar og serstakar merkisdagar – stovnurin stongdur
  • Skírhósdag til 2. páskadag 1. – 5. apríl – stovnurin stongdur
  • Kristi himmalsferðardag 13. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni ­– stovnurin stongdur
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøkuaftan 28. juli – stovnurin opin til kl. 12
  • Ólavsøkudag 29. juli – stovnurin stongdur
  • Jólafrítíð 24. desember 2021 – 3. januar 2022 – stovnurin stongdur
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

 

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá Dagstovnurin við Velbastaðvegin er stongdur.

 

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

Summarfrítíð 2021 – 4. juni

 

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðarskeiðum

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkara heimasíðu.

Heimasíðan hjá Dagstovninum við Velbastaðvegin 

Vilja tit hitta okkum, kunnu tit ringja á tel. 30 21 80 ella 22 45 35 ella senda ein teldupost til bgvelb@torshavn.fo fyri at gera eina avtalu.

Matur og drekka

MÁLTÍÐIR

Børnini hava matpakka við hvønn dag. Børnini seta sjálvi á borðið og taka av borðinum aftur. Øll hava fast pláss.

Vit vilja læra børnini at njóta matin og løtuna, læra tey vanligan borðsið og at takka fyri matin. Matpakkin er ein heilsan heimanífrá, og stovnurin bjóðar mjólk og vatn hvønn dag.

  • Vøggustovubørnini fáa døgurða mánadag, týsdag og mikudag. Hósdag og fríggjadag hava tey matpakka við
  • Barnagarðsbørnini hava matpakka við hvønn dag

 

Kl. 09.30: Børnini fáa vatn og frukt. Sum oftast kunnu tey velja millum tríggjar ymiskar fruktir.

Kl. 11.20: Vøggustovubørnini eta døgurða ella matpakka og fáa mjólk ella vatn.

Kl. 11.30: Barnagarðsbørnini eta matpakka og fáa mjólk ella vatn.

Kl. 14.30: Børnini fáa millummála og mjólk ella vatn frá stovninum. Millummálin kann til dømis vera bakstur úr køkinum, sum bollar, breyð við viðskera ella pitsabreyð. Onnur dømi kunnu vera pasta, salat og dressing, suppa ella jogurt. Køkurin bjóðar ikki børnunum søtt ella køkur.

 

Vanliga bjóða vit ikki morgunmat, men millum kl. 7.30 - 8 hevur vøggustovan bollar og smør frammi til tey børn, sum ikki hava etið morgunmat. Í barnagarðinum ber til hjá børnunum at fáa havragrýn og mjólk, um tey ikki hava etið, ella um tey eru svong.

Køksfólkið arbeiðir avmarkaða tíð til at gera døgurða og millummála.

Á stovninum eru nógv børn, sum hava ymiskan tørv. Tí kann vera trupult at náa og megna at gera serligan mat. Tað er umráðandi, at tit boða stovninum frá, um tykkara barn hevur ávísan tørv, soleiðis at vit kunnu finna eina loysn saman.

Matskrá fyri vikuna finna tit á heimasíðu okkara:

Heimasíðan hjá Dagstovninum við Velbastaðvegin

 

FØÐINGARDAGAR

Tá barnið hevur føðingardag, flagga vit.

Barnið kann hava eitthvørt við at bjóða øllum á stovuni. Stovan hugnar sær saman við prýddum føðingardagsborði og sangi. Okkara ynski og tilmæli er, at barnið ikki hevur ov nógv søtt við.

Stovnurin bjóðar eisini millummála, um tað er neyðugt.

Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til okkara starvsfólk. Seinasta skeiðið var í 2018.

Vit eru eisini regluliga á brandskeiði. Seinasta skeiðið var í 2018

Elstu børnini hava fingið eitt trygdarskeið fyri børn í apríl 2019.

Foreldraráð

Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

MÓTTØKA

Tá barnið byrjar

Fyri at tykkara barn skal trívast á stovninum, er týdningarmikið, at byrjanin er góð, og at sambandið og samstarvið millum foreldur og starvsfólk er gott.

Ymiskt er frá barni til barns, hvussu leingi barnið er um at venja seg við nýggju viðurskiftini. Alt er nýtt og fremmant, men eisini eitt sindur spennandi. Vanliga ganga ein til tvær vikur, áðrenn barnið marknast. Vit gera alt fyri, at hendan tíðin skal eydnast væl, og at tey somu starvsfólkini taka ímóti.

Tá gerandisdagurin er byrjaður, leggja vit dent á at taka væl ímóti barninum, soleiðis at foreldur merkja, at tað er trygt og gott at vera á stovninum.

Tað hevur sera stóran týdning, at foreldrini boða stovninum frá, tá barnið kemur á stovnin, og tá tað fer heim. Somuleiðis er sera umráðandi fyri barnið, at foreldrini eru greið og týðilig, tá tey siga barninum farvæl.

Skipaða virksemið á stovninum byrjar vanliga umleið kl. 9.30.

 

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ


Eitt trygt umhvørvi er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist.

Tí leggja vit stóran dent á at geva børnunum kærleika og umsorgan, soleiðis at tey kenna seg trygg. Vit gera okkara besta fyri at geva barninum ríkar upplivingar bæði úti og inni, ið tryggja likamliga og sálarliga menning.

Vit leggja eisini dent á at læra einstaka barnið at taka støðu, vera saman við øðrum, kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum og at virða felags fyriskipanir.

Barnið skal nýta hugflogið, spæla, gera royndir, undrast og læra. Vit vilja eisini læra børnini vanligan fólkaskikk.

Tit kunnu lesa meira um okkara arbeiðshátt á okkara heimasíðu.

Heimasíðan hjá Dagstovninum við Velbastaðvegin

 

OKKARA VANGAMYND

Sum stovnur vilja vit, at børn og foreldur kenna seg væl.

Vit vilja eisini fegin hava, at øll lurta eftir hvørjum øðrum við virðing.

Tað er týdningarmikið, at barnið hevur ávirkan á tað, sum vit skipa fyri á stovninum.

Í góðum umstøðum bæði inni og úti leggja vit dent á spæl, rørslu og stuttleika við støði í barninum og felagsskapinum.

 

ÍTRIV

Vit vilja læra og hjálpa børnunum:

  • At styrkja síni skapandi evni
  • At orðbera seg fjølbroytt
  • At fáa áhuga fyri skapandi virkseminum 

 

Stovnurin er væl útgjørdur við amboðum, sum kunnu geva íblástur til kreativitet. Vit hava eisini eina sera væl útgjørda ítrivsstovu við tilfari, sum er til taks hjá øllum stovunum.

Tú kanst lesa meira um hetta á okkara heimasíðu undir teiginum "Námsætlan".

Heimasíðan hjá Dagstovninum við Velbastaðvegin

 

TILTØK

Á stovninum hava vit ymisk afturvendandi tiltøk:

  • Frá september og til jóla hava vit sangløtur og opið hús aðru hvørja viku
  • Um heystið fletta vit
  • Jólahugni og jólatræ eru í desember, og vit eta ræst kjøt fyri jól
  • Frá januar til páskir heldur stovnurin fram at hava opið hús og sangløtur
  • Á føstulávint koma børnini grýluklødd á stovn, og so skipa vit fyri tunnusláttri og bjóða teimum døgurða og føstulávintsbollar
  • Um summarið, í mai ella juni, er garðdagur, og foreldur og børn koma saman at hugna sær
  • Foreldradrekka er nakrar ferðir um árið, og hetta er gongur fyri seg á einstøku stovunum

 

FORELDRASAMSTARV

Vit vilja fegin hava eitt gott samstarv við foreldrini. Skulu børnini kenna seg heima á stovninum, ger tað stóran mun, um foreldrini eisini kenna seg heima her.

Tað hevur somuleiðis stóran týdning fyri barnið, at tit vísa áhuga fyri tí, sum barnið fæst við á stovninum. Sum stovnur vilja vit eisini fegin fáa góð hugskot frá tykkum, og vit vilja fegin vita, um tit hugsa, at eitthvørt kann gerast betur.

Sum foreldur eru tit altíð vælkomin at steðga á eina løtu og práta, til dømis, tá tit koma við barninum, ella tá tit koma eftir tí. Hetta virkar til at stimbra sambandið millum heim og stovn.

Tað er umráðandi, at foreldur og starvsfólk líta á hvønn annan. Tí er tað ein stórur fyrimunur, um báðir partar regluliga tosa saman um teir spurningar og tey ivamál, sum taka seg upp. Stovnurin er partur av gerandisdegnum hjá foreldrunum, men hóast stovnurin vil gera alt fyri, at børnini skulu trívast og hava tað gott, slepst ikki undan tvístøðum. Tískil eru foreldur altíð vælkomin at tosa við starvsfólkini á stovuni, leiðaran ella foreldraumboðini.

Eina ferð um árið bjóða vit til eina samrøðu, um áhugi er fyri tí. Tá tosa vit millum annað meira um, hvussu barnið trívist og mennist, bæði á stovninum og heima.

Hetta er eitt gott høvi til at práta um barnið í friði og náðum.

Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast 30 starvsfólk. Vit eru 12 námsfrøðingar, 16 hjálparfólk, køksfólk og leiðsla.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu: 

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt. 


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.       

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum. 

Í teldupostinum stendur: 

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon. 

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

 

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her: 

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá Samleikan (samleikin.fo) 

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

 

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

 

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini. 

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

 

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í. 

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum. 

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug. 

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg. 


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi. 

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum. 

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu. 


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum. 

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. 

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú: 

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú: 

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.

TEMA - ForeldraGluggin

Dagligt samskifti
Heimasíða

Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin á heimasíðu okkara.

Heimasíðan hjá Dagstovninum á Velbastaðvegnum

Her ber millum annað til at finna boð til foreldur, lesa um stovurnar, stovnin, foreldraráðið, matarætlan, námsætlan, myndir og leita fram sambandsupplýsingar.

Boðtalva og dagbók

Allar stovurnar hava boðtalvur. Her kunnu foreldrini hvønn dag lesa, hvat børnini hava gjørt ella eru upptikin av. Her kunna stovurnar eisini foreldrini um ymiskt.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Dagstovnurin við Velbastaðvegin hevur pláss fyri umleið 116 børnum tilsamans. Vit hava pláss fyri 44 vøggustovubørnum og 72 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá Samleikan

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um pláss á dagstovni

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss