Miðstovnurin í Gamla Realskúla

Tróndargøta 48
100 Tórshavn
Tel. 26 37 78
connyp@torshavn.fo 

Dagstovnaleiðari Conny Poulsen
Tel. 26 37 78
connyp@torshavn.fo 

Vís á korti

Lurta

Miðstovnurin

Miðstovnurin er ein miðbýarstovnur, sum liggur í hjartanum í Tórshavn. Vit halda til á tveimum matrikklum: vøggustovubørnini húsast í Gamla Realskúlanum, og barnagarðsbørnini ganga í gula bygninginum í Kongagøtu. Í arbeiði okkara leggja vit dent á umsorgan, tryggleika, trivna, virðing, nærleika og álit.



Um Miðstovnin
Upplatingartíðir

Stovnurin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Hjá okkum kunna tit koma við børnunum allar tíðir á degnum. Tó er ynskiligt, at tit boða okkum frá áðrenn kl. 10, um so er, at barnið kemur seinni á stovn. Hetta er fyri kunna skipa dagliga virksemið og tryggja, at starvsfólk eru tøk, tá barnið kemur.

Samband

Dagstovnaleiðari

Conny Poulsen
Tel. 26 37 78
connyp@torshavn.fo 


Skrivstovan

Tel. 30 21 20


Vøggustovan

Tel. 28 60 42
vshornstarv@torshavn.fo 


Barnagarðurin

Tel. 28 60 48
mstovnstarv@torshavn.fo 

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi í 2024

  • Allar vanligar halgidagar – Stongt
  • Páskafrítíð 28. mars - 1. apríl – Stongt
  • Flaggdagur 25. apríl – Stongt
  • Dýri biðidagur 26. apríl – Stongt
  • 2. hvítusunnudagur 20. mai – Stongt
  • Grundlógardagur 5. juni – Stongt frá kl. 12
  • Kristi himmalsferðardagur 9. juni – Stongt
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøka 28.-29. juli – Stongt
  • Jólafrí 24. desember til 1. januar 2024 – Stongt
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini. 

 

Freistir at biðja um pláss í samanlagda virkseminum

Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.

Samanlagt virksemi á dagstovni

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum og hoyra nærri um, hvussu okkara virksemi er skipað. Setið tykkum í samband við Conny Poulsen á telefon 26 37 78 ella skriva til connyp@torshavn.fo, so avtala vit eina tíð, ið hóskar til dagliga virksemið.

Matur og drekka

Okkara matsalur er í lítla reyða húsinum yvirav Realskúlanum, ið verður rópt Fr. Core. Her eta vit matpakka og millummála. Vit hava eisini ein matsal niðri í barnagarðinum í Kongagøtu.

Børnini skula hava ein góðan matpakka við hvønn dag. Vit blanda okkum sum minst í, hvat tit foreldur geva barninum við í matpakkan. Tað er meiri umráðandi, at barnið etur, enn at seta óneyðug forboð. Tó er ynskiligt, at góðgæti, sunkist og sodavatn verður eftir heima.

Meta vit, at barn tykkara hevði havt gott av at fingið eitthvørt annað ella meira ella minni við, so siga vit tað við tykkum foreldur. Vit viðmæla tó altíð at hava heilsugóðan og orkumiklan mat við, tí børnini standa í vøkstri og brenna nógva orku hvønn dag.

Vit bjóða børnunum mjólk ella vatn at drekka, men um so er, at tykkara barn hevur ovurviðkvæmi fyri til dømis mjólk, hava vit góðar royndir við at bjóða onnur sløg av mjólk, til dømis havra- ella mandlumjólk.

Vit hava eitt køksfólk, ið tekur sær av at gera klárt til matpakka, millummála og at rudda av. Vit leggja okkum eftir at hava ein góðan millummála, har øll børnini fáa at eta. Vit taka hædd fyri ovurviðkvæmi og hava ymiskar royndir við hesum. Tað er tó eisini møguligt hjá tykkum foreldrum at hava eitthvørt við til tykkara barn at eta, um barnið hevur ovurviðkvæmi.

Tað er umráðandi fyri okkum, at tit foreldur kunna okkum, um so er, at barn tykkara hevur ovurviðkvæmi ella hevur aðrar matvanar.

Klæðir

Við okkara skiftandi føroyska veðurlagi er tað alneyðugt, at børnini hava góð og heit klæðir við at spæla úti í. Roknast kann við nógvum karmum ella skitnum klæðum, og tí hevur tað stóran týdning, at børnini hava nokk av skiftiklæðum.

Navn skal vera í øllum klæðunum. Vit kenna ikki mun á, hvør eigur hvat.

Ein listi er gjørdur, har tú sært, hvat vit viðmæla skal vera í klædnaskápinum hjá barninum. Spyr eftir listanum á stovninum.

Sjúka

Er barn tykkara sjúkt, vinarliga boða okkum frá við at ringja ella senda okkum sms. Minst eisini til at brúka ForeldraGluggan til at skráseta sjúku. Tú kanst finna nærri kunning um ForeldraGluggan niðanfyri á hesari síðuni.

Vit taka ikki í móti sjúkum ella smittuberandi børnum, tað verið seg spýggjusjúka, leyst lív, fepur og tílíkt.

Tað ber heldur ikki til hjá okkum starvsfólki at skula sita inni við einum barni. Barnið skal vera so mikið væl fyri, at tað fær verið uppií dagliga virkseminum á stovninum.

Hevur barnið lús, skal tað í viðgerð, áðrenn tað kemur á stovn. Sama er galdandi fyri barnasár og eygnabruna.

Vit fylgja tilmælunum frá danska heilsustýrinum. Har eru leiðreglur fyri ymisku barnasjúkurnar. Leiðreglurnar finnur tú her:

Vegleiðing til stovnar um smittandi sjúkur (sst.dk)

Trygdarskeið

Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.

Foreldraráðið

Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.

Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Her finnur tú okkum

Miðstovnurin liggur í hjartanum í Tórshavn og heldur til á tveimum matrikklum: vøggustovubørnini húsast í Gamla Realskúlanum, og barnagarðsbørnini ganga í gula bygninginum í Kongagøtu.

Stovnurin liggur tætt við kommunala spæliplássið í Grasagarði, Viðarlundina, Mumidalin aftanfyri Sjónleikarhúsið, Býarbókasavnið, Steinatún og onnur góð støð. Vit hava góðar møguleikar at fara við bussi, fara útferðir í haga og aðrastaðni har okkum lystir.

Um vøggustovuna og barnagarðin
Gerandisdagurin í vøggustovuni

Hølini í Gamla Realskúlanum eru umbygd og hóska væl til endamálið at vera ein vøggustova til børn í aldrinum 0-3 ár. Inni á stovninum er hugnaligt, og rúmini eru ljós, sum gevur eitt serligt estetiskt umhvørvi.

Sum oftast byrja vit morgunin inni í køkunum, men spælistovurnar eru opnar. Í køkinum er »Vinkivindeyga«, so børnini kunnu vinka farvæl til foreldrini. Eisini er møguleiki fyri at fáa sær okkurt at eta, antin úr matpakkanum ella morgunmat, tit møguliga hava við.

Tá ið tit byrja í vøggustovu

Yngstu børnini, sum byrja í vøggustovuni, verða knýtt at Lítlustovu. Har hava tey innkoyring og fáa eitt trygt grundarlag, nú ein nýggjur kapittul byrjar hjá teimum.

Innkoyringin tekur vanliga 14 dagar, men tað eru børn og foreldur, ið hava tørv á eitt sindur longri tíð, og tað skula tit fáa. Tað er meiri umráðandi at fáa tryggleikan og áliti í lagi, enn at skunda eina innkoyring ígjøgnum.

Vit starvsfólk hjálpa tykkum og barni tykkara við at føla seg trygt og at tryggja eitt gott tilknýti. Tá børnini gerast meira trygg, søkja tey natúrliga út í størra hópin og aðrar verkstovur.

Verkstovurnar

Verkstovurnar í vøggustovuni eru í løtuni hesar: Kreativa verkstaðið, Rørslurúmið, Lítlastova, Spælistovan, Køkurin, Pútu-og rokaliga rúmið og Gongin, ið hevur ymisk spæli- og læristøð. Útilívið er eisini ein verkstova, har vit fara ymiskar túrar.

Fimleikahøllin í Finsen liggur beint hinumegin garðin, og hana kunnu vit brúka ávísar dagar í vikuni.

Vit hava eitt samstarv við barnagarðin um at hittast við teimum elstu í vøggustovuni og yngstu í barnagarðinum ávísan dag um vikuna.

Máltíðir

Ein køkshjálp er her hvønn dag til at gera klárt til matpakka og at gera millummála til børnini. Vit leggja okkum eftir at bjóða mat, ið er heilsugóður og egnaður til vøggustovubørn.

Er eitthvørt, sum barn tykkara ikki tolir, er tað umráðandi, at tit kunna okkum starvsfólk um hetta. Um so er, eru tit foreldur eisini vælkomin at hava eitthvørt liggjandi her á stovninum av mati. Tað er umráðandi, at vit samstarva um tílíkt, og vit hava eisini góðar royndir av tílíkum samstarvi.

Gerandisdagurin í barnagarðinum

Barnagarðurin er fyribils staðsettur í Finsen. Hølini í Finsen eru ljós og rúmlig við møguleikum til hugsavnan og spæl. Stóru vindeyguni, ið venda út ímóti Niels Finsensgøtu eru við til at skapa eitt heilt serligt inniumhvørvi. Børnunum dáma eisini sera væl at »bara« eygleiða alt tað, sum hendir uttanfyri. Tað skapar eitt slag av ró at sita og hyggja út.

Í løtuni eru ymisku verkstovurnar ikki so sjónligar, sum vit ynskja okkum. Orsøkin er, at hølini í Finsen ikki eru gjørd til endamálið. Talan er um eina fyribilsloysn. Í apríl 2022 fara børnini oman í nýggj høli í Kongagøtu.

Hvønn dag verður ein arbeiðstalva skipað, soleiðis at hvørt starvsfólk fær ábyrgdina fyri eitt ávíst øki. Tá ið einstøku starvsfólkini fara til hús, verður tað ein natúrligur part av degnum at tann ávísa verkstovan hjá starvsfólkinum steingir.

VERKSTOVURNAR Í FINSEN

Hesar eru verkstovurnar í barnagarðinum:

Kreativi verkstaðurin

Har gongur fyri seg alt frá at perla til at skapa úr endurnýtslutilfari. Einki leikutoy er í kreativa verkstaðnum, og møguleikin fyri at hugsavna seg er góður. Tað er í stóran mun  áhugamálið og hugflogið hjá barninum, sum setur skránna í kreativa verkstaðnum. Tó er eisini virksemið her, sum er skipað av okkum starvsfólkum.


MEIRA ROKALIGA OG STÓRA BYGGI- OG RØRSLURÚMIÐ

Í Byggi- og rørslurúminum leggja vit upp til kreativa bygging. Hetta rúmið verður viðhvørt umskapað til eitt minni innandura rørslurúm.


STÓRA SPÆLI- OG LÆRIHØLI

Her spæla børnini. Vit skapa her eitt umhvørvi, ið er við til at styrkja sosialt samanspæl, har felagsskapurin sleppur at mennast. Tað at kunna hugsavna seg í spælinum er sera umráðandi, og leggja vit starvsfólk okkum eftir at órógva sum minst, tá børnini spæla. Vit avmarka okkum helst til at vera vegleiðarar og gestir í spælinum.


VERKSTOVAN KROPPUR OG RØRSLA

Verkstovan Kroppur og Rørsla gongur í størstan mun fyri seg uttanfyri stovnin. Verkstovan Útilív er eisini ein partur av hesari verkstovuni, har vit bjóða børnunum ymiskar túrar.

Vit hava amboðshøllina í Fimi hvønn mánadag, og ávísar dagar í vikuni hava vit eisini fimleikahøllina í Finsen. Hetta er nakað, sum børnunum dáma sera væl.

SPÆLIHÚSIÐ FR. CORE

Inni í reyða bygninginum, ið verður róptur fyri Fr. Core, er eitt høli, vit nýta til ymiskar verkætlanir, samlingar við sangi, søgu, dansi og kvæði. Hetta er eisini ein góður møguleiki hjá tí elsta bólkinum í barnagarðinum at hava ymisk tiltøk í.

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

Móttøka

Vit leggja stóran dent á, at børnini hvønn dag fáa eina góða og trygga byrjan, har tit og barn tykkara føla tykkum møtt og sædd. Sum foreldur er tað umráðandi, at tit føla, at her er trygt og gott at vera.

Somuleiðis er sera umráðandi fyri tryggleikan hjá børnunum, at tey fáa sagt tykkum foreldrum farvæl, tá tit fara til arbeiðis. Vit geva okkum stundir til at siga farvæl í gongini, við eitt vindeyga ella aðrastaðni, har tit meta er besta staðið at siga farvæl. Vit eru hjá barninum, til barnið er til reiðar at fara at spæla.

Tað er umráðandi fyri okkum starvsfólk, at tit altíð boða okkum frá, tá tit foreldur ella avvarðandi heinta barnið og fara heim.

Virðisgrundarlagið hjá Miðstovninum

  • Eitthvørt barn hevur rætt til eitt gott barnalív
  • Miðstovnurin er eitt stað, har vit øll koma sum vit eru, og tað er ílagi. Vit skula øll vera her
  • Grundarsteinurin fyri okkara virðum eru umsorgan, tryggleiki, trivna, virðing, nærleiki og álit. Eitt barnasýn har alt tað hevur virði, sum barnið hevur við sær í felagsskapin. Eitt menniskjasýnið, har týdningurin av tí menning og læring, ið felagsskapurin hevur við sær, er høgt í metum
  • At viðurkenna hvønn einstaka sum sjálvstøðugt menniskja við rættindum fyri egnum handlingum
  • Vit leggja dent á, at øll børn kenna seg sædd hvønn dag, við at vit viðurkenna tey við navni og eygnasambandi. Vit vaksnu hava felags ábyrgd fyri øllum børnunum, og vit hava eina relatión til øll børnini

Námsfrøðiliga arbeiðið

Alt virksemið á dagstovninum tekur støði í dagstovnalógini, námsfrøðiligu stevnumiðunum og Barnarættindasáttmálanum hjá ST.

Tey námsfrøðiligu stevnumiðini eru hesi:

  • Persónligir førleikar
  • Sosialir førleikar
  • Heilsa og rørsla
  • Mál og samskifti
  • Náttúra og umhvørvi
  • Skapandi evni
  • Mentan og siður

Øll stevnumiðini síggjast aftur í dagliga virkseminum á stovninum.

Spæl

Spælið hjá børnunum er ein av grundarsteinunum í okkara arbeiði. Námsfrøðin á Miðstovninum leggur upp til spæl og læring, ið er sera umráðandi fyri menningina hjá barninum.

Í spælinum kann barnið í ávísan mun fáa tað, sum er í hugaheiminum, til at líkjast veruleikanum. Veruleikin kann til tíðir vera trupul fyri barnið at skilja, men við at spæla, umaftur og umaftur, fær barnið møguleika fyri at viðgera og skilja sínar upplivingar. Í spæli kann barnið eisini fáa óveruleikakend ynski til at ganga út, og tá kann spælið í ávísan mun eisini vera við til at loysa ósemjur millum tað, sum barnið vil, og tað, sum barnið megnar. Í spælinum fær barnið gjørt sínar dreymar til veruleika - eitt sum ikki altíð er møguligt í veruliga lívinum.

Vit sita nógv á gólvinum saman við børnunum, soleiðis at vit eru tøk, um so er, at barnið hevur brúk fyri okkum. Vit blanda okkum minst møguligt uppí spælið hjá barninum, men eru við sum gestir og vegleiða, tá tørvur er á tí. Hevur spælið hug at fara ein neiligan veg, royna vit at venda gongdini aftur til eitt mennandi og jaligt samspæl ímillum børnini.

Vit hava eina barnaáskoðan, har vit møta einstaka barninum, soleiðis sum tað er. Barnið er eitt sjálvstøðugt menniskja, hvørs handlingar og tankar skula virðast, og alt tað, sum barnið hevur við í felagsskapin, hevur eitt virði. Vit eru tilvitað um, hvussu týdningarmikil relatiónin er millum børnini og millum børnini og tey vaksnu og millum børn og børn. Relatiónirnar eru týdningarmiklar fyri menningina hjá barninum, tí barnið mennist í samspælinum við onnur og við umhvørvið, sum barnið er í. Tí hugsavna vit okkum serliga um relatiónirnar í okkara námsfrøðiliga arbeiði.

Vit síggja Miðstovnin sum leikvøllin hjá børnunum, har tey saman við okkum starvsfólkum menna eitt umhvørvi, sum skapar eitt gott og ríkt barnalív. Vit eru eitt livandi stað, sum mennist og broytist í samsvari við børnini og starvsfólkini á stovninum. Tí kann námsfrøðiliga innrættingin eisini broytast eftir áhugamálunum og menningarstøðinum hjá børnunum.

Okkara námsfrøðiliga ástøði

Námsfrøðiligi leisturin á Miðstovninum byggir í stóran mun á ástøðini hjá Reggio Emilia, Frøbel, Vygotsky og Stern.

Miðstovnurin er skipaður í verkstovum, og tað merkir, at Miðstovnurin ikki er skiftur í stovur, soleiðis sum siðvenja annars er. Miðstovnurin er ein »opin« stovnur, og tað vil millum annað siga, at starvsfólkini eru sett at taka sær av hvør sínum øki, sum børnini ferðast frítt ímillum eftir áhuga.

Rúmini eru innrættað soleiðis, at børnini hava møguleika at granska teirra sansir og uppliva rúmið sjálvt. Tað er umráðandi, at børnini, saman við námsfrøðinginum, hava ávirkan á, hvussu rúmini kunnu innrættast. Hetta fyri at rúmini verða skapað á skilabesta hátt við tí ymiska, sum børnini halda vera spennandi, og tað gevur teimum eisini kensluna av at hava verið við til at skapa nakað.

Vit virða hugflogið og áhugamálini hjá børnunum og leggja stóran dent á at stimbra menningina av hesum eginleikunum. Har vil altíð vera sumt, sum er reglubundið, og børnini trívast væl við at karmar verða settir, men karmarnir mugu kunna tambast, og tað skal tískil bera til at umskipa seg skjótt og eftir tørvinum hjá børnunum.

Vit eru í gongd við at gera eina kontaktfólkaskipan, har ávís starvsfólk hava ábyrgd av ávísum børnum. Hetta skal gera tað lættari at tryggja trivnaðin, menning, tryggleika og samskiftið við tykkum foreldur.

Hvørji eru vit?

Á Miðstovninum starvast átjan dugnalig starvsfólk, ið taka sær av dagliga námsfrøðiliga virkseminum á stovninum.

Vit dagføra støðugt okkara námsfrøðiliga arbeiði og gera okkara besta fyri, at børnini hava góðar og tryggar karmar og trívast væl hjá okkum.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg meg sum brúkara?

Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

RITA INN Í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð


Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. Trýst á »Frí og frítíð«


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.

ForeldraGluggin (tema)

Dagligt samskifti
Boð og kunningartalva

Týdningarmest fyri okkum er dagliga samskiftið við foreldrini um barnið, tað vil siga tann vanliga samrøðan úti í gongini ella inni í verkstovunum.

Tað er av stórum týdningi, at tit foreldur boða okkum frá á fartelefonnummarinum hjá stovninum, um barn tykkara til dømis hevur frí ella er heima vegna sjúku. Tit mugu tó eisini minnast til at skráseta sjúku á ForeldraGlugganum.

Vit viðmæla, at tit lesa um og tosa við barnið um upplivingarnar frá degnum, tá tit fara heim, tí tað kann hava stóran týdning fyri barnið. Tað stimbrar málmenningina og stuðlar upp undir sambandið millum heim og stovn.

Foreldrafundur

Vit kalla inn til felags foreldrafund eina ferð um árið. Á fundinum taka vit ymisk evni upp, sum hava við barna-, foreldra- og stovnslívið at gera. Her sleppur tú eisini at hoyra um, hvat gongur fyri seg í ymisku verkstovunum og deildunum, har títt barn gongur.

Á árliga felags foreldrafundinum er eisini val til foreldraráðið. Uppgávan hjá foreldraráðnum er at styrkja samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Miðstovnurin hevur pláss fyri upp til 70 børnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Skriva títt barn upp til dagstovnapláss

Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:

Skriva upp til dagstovnapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss