Lurta

Samanlagt virksemi á dagstovni

Hevur tú tørv á dagstovnaplássi í summarfrítíðini, tá dagstovnarnir eru stongdir, kanst tú fáa pláss á einum dagstovni, sum er opin í frítíðini. Í Tórshavnar kommunu leggja dagstovnarnir virksemið saman í summarfrítíðini, soleiðis at minst ein dagstovnur er opin.

Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, skalt tú søkja um tað. Øll børn í barnagarðsaldri eru vælkomin at nýta tilboðið.

Søk um pláss í samanløgdum virksemi

Niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvussu samanlagda virksemið er skipað, og hvussu tú søkir um pláss.



Soleiðis søkir tú um pláss
Hvussu søki eg?

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, skalt tú søkja um pláss við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og tøppa kravdu upplýsingarnar inn.

Søk um pláss í samanløgdum virksemi

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Snarskivuna á telefon 30 20 10.

Tilmeldingin er bindandi – sig frá, um tú ikki hevur tørv á plássinum

Tilmeldingin til samanlagt virksemi er bindandi. Er títt barn meldað til, men hevur tað ikki tørv á plássinum kortini, skalt tú skjótast gjørligt venda tær til dagstovnaleiðaran hjá barninum.

Er samanlagda virksemið byrjað, skalt tú venda tær til leiðaran á stovninum, har samanlagda virksemið fer fram. Navn og telefonnummar hevur tú fingið frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni, áðrenn samanlagda virksemið byrjar.

Bráðfeingis tørvur á plássi

Hevur tú bráðfeingis tørv á plássi, eftir at tilmeldingarfreistin er farin, skalt tú senda eina skrivliga umsókn um pláss í samanlagda virkseminum til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Bráðfeingis tørvur/Barna- og ungdómsdeildin« í evnisteigin.

Í umsóknini skalt tú greiða frá, hvør bráðfeingisstøðan er og grundgeva fyri tín brádliga íkomna tørv á plássi. Tórshavnar kommuna svarar tær aftur skrivliga.

Soleiðis er samanlagda virksemið skipað
Samanlagda virksemið í 2024

Samanlagda dagstovnavirksemið gongur fyri seg í hesum tíðarskeiðnum í 2024:

  • Summarfrítíðin í viku 29, 30 og 31

Tá tað stundar til, at samanlagda virksemið skal byrja, kunnar dagstovnaleiðarin teg um, hvat tú skalt hava í huga, tá títt barn byrjar í samanlagda virkseminum. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá dagstovninum verða til staðar í samanlagda virkseminum, og tú fært nummarið hjá dagstovnaleiðaranum.

Umsóknarfreist

Freistin at melda til samanlagt dagstovnavirksemi í 2023:

  • Summarfrítíðin 2024: 16. mai 2024

Freistina finnur tú eisini á heimasíðuni hjá dagstovninum, títt barn vanliga gongur í.

Ein mánaða fyri tilmeldingarfreistina festa allir dagstovnar í kommununi eitt uppslag um tilmelding og freist á kunningarveggin í dagstovninum. Hetta er fyri at minna foreldur á tilmeldingina.

Gev gætur, at tað er tín egna ábyrgd sum foreldur at melda rættstundis til samanlagda virksemið.

Finn dagstovn

Hvussu síggi eg, hvør stovnur er opin í frítíðartíðini?

Hevur tú meldað títt barn til samanlagt virksemi, kunna vit teg um, hvør stovnur er opin, tá tilmeldingarfreistin er farin. Hesa kunning fært tú frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni.

Hvussu leingi er tilmeldingin opin?

Tilmeldingin er opin í minsta lagi fýra vikur. Eftir tilmeldingarfreistina letur tilmeldingin aftur, og stovnsleiðarar fáa tá stundir til at fyrireika starvsfólk og virksemi, áðrenn samanlagda virksemið letur upp.

Nær fái eg kunning um samanlagda virksemið, sum mítt barn er meldað til?

Tá tað stundar til samanlagda virksemið, fært tú nærri upplýsingar um, hvat tú skalt hava í huga. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá dagstovninum verða til staðar í samanlagda virkseminum, og tú fært telefonnummarið hjá dagstovnaleiðaranum.

Kunningina fært tú frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15